Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stór altjóða flogbóltskapping í Havn

Tórshavnar býur er vertur, tá Flogbóltssamband Føroya, FBF, í døgunum frá 9. til 13. november skipar fyri U19 NEVZA Championships 2011, bæði hjá kvinnum og monnum.

Talan er um størsta einstaka tiltakið, sum FBF hevur skipað fyri, og eitt av teimum størstu altjóða ítróttartiltøk¬unum í Føroyum yvirhøvur. Trý lond, Ísland, Noreg og Danmark, senda hvør síni tvey lið, og samanlagt koma 130 leikarar og leiðarar til Føroya at vera við í kappingini, sum verður í Ítróttarhøllini á Nabb.

Tað er aðru ferð, at føroyska flogbóltssambandinum skipar fyri stórari altjóða kapping. Fyrstu ferð var í 2008, tá evropeiska flogbóltssambandið, CEV, lat FBF upp í hendur at skipa fyri einum bólki av Small Countries Division, hjá kvinnum, har fimm lond luttóku.

Hesaferð eru tað tey yngru, tey sum eru beint undir A-landsliðunum, sum kappast. Tað er í sjálvum sær ógvuliga spennandi, tí her er talan um tey, sum í nærmastu framtíð koma at mynda bestu flogbóltslandsliðini í okkara grannalondum. Fyri okkara egnu landsliðsleikarar er kappingin eisini nakað serligt. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at tey sleppa at vísa seg fram í altjóða kapping á heimavølli.

Kappingin er skipað í tveimum bólkum. Seks innleiðandi dystir skulu leikast hjá bæði kvinnum og monnum, og síðan tveir plaseringsdystir, sum gera av, hvør fær gull, silvur og bronsu. Talan er tí íalt um 16 flogbóltsdystir á sera høgum altjóða stigi. Allir dystirnir vera leiktir í ítróttarhøllini á Nabb, meðan liðini brúka Badmintonhøllina at venja í.

Sum nevnt er tað Tórshavnar býur, sum er vertur fyri kappingini, og tá kappingin er liðug, skipar Tórshavnar kommuna fyri endahátíð í nýggju hølunum hjá Dansifrøi, har m.a. bestu leikararnir eisini vera kosnir.

NEVZA er norðurevropeiska flogbólssamgongan. Hon varð stovnað í 2003 av norðurlondunum við tí fyri eyga at menna flogbólt, bæði innandura og tann sum verður leiktur á strondini. Síðan stovnan hevur verið skipað fyri altjóða kappingum fyri tey yngru landsliðini, og eisini fyri norðurlendskari meistarakapping fyri feløg.

Í løtuni er tað Magnus Tausen, formaður í FBF, sum er forseti í NEVZA. Niclas Joensen, sum er aðalskrivari hjá FBF, er eisini aðalskrivari hjá NEVZA.

Kelda: www.torshavn.fo