Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stór menning kom við Norðurlandahúsinum

- Tað er ein sannroynd, at Norðurlandahúsið øll hesi tríati árini hevur tikið á seg eina stóra mentanarpolitiska uppgávu og ábyrgd, okkara og landsins vegna, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu í Norðurlandahúsinum í gjár.

Røðan var soljóðandi:

Góðu stýrislimir og stjóri fyri Norðurlandahúsiðharra landsstýrismaður í mentamálum, góðu áhoyrarar.

Fyrst ein heilsan á skandinaviskum

Kære nordiske venner. Nordens Hus på Færøerne har haft en enorm betydning for udviklingen af færøsk kultur og kunst både her hjemme og på den internationale scene.

Med Nordens Hus begyndte en ny tidsregning for færøsk kulturliv. Det er ikke en overdrivelse når jeg siger, at huset og dets virksomhed gennem disse tredive år har formået at ændre holdningen på Færøerne til kultur, kunst og kreativitet fra at være et mere eller mindre nytteløst tidsfordriv til at være en af samfundets største og vigtigste ressourcer.

Vi skylder derfor Norden og det nordiske kultursamarbejde en stor tak, ligesom jeg på vegne af Tórhavns byråd vil takke for det gode og tillidsfulde samarbejde, som Tórshavn kommune og Nordens Hus altid har haft. Vi elsker denne bygning og det, den står for.

Ja, tað er mær ein stórur heiður vegna Tórshavnar býráð at bera fram eina heilsu, nú tað eru tríati ár liðin, síðan Norðurlandahúsið lat upp.

Tá vit sjálvi hava tríati ára føðingardag, so er tað ofta við blandaðum kenslum. Fyri summi kennist tað sum endin á ungdómsins markleysa heimi, har krøvini um at laga seg eftir givnum samfelagsnormum gerast sjónligari. Men fyri summi er hetta eisini gáttin at fara um, har vit hava vunnið okkum sjálvsálit og tilverurætt til at folda okkara evni og virði út.

Nakað tað sama kunnu vit siga um Norðurlandahúsið. Tað hevur øll árini givið føroyingum lut í markleysa heiminum bæði til mentan og list. Tað hevur brýnt okkara vit, tað hevur argað okkara sansir, tað hevur flutt okkara mørk. Og Norðurlandahúsið hevur so sanniliga vunnið sín tilverurætt bæði í norðurlendska mentanarsamstarvinum og sum mest týðandi mentanarhús í Føroyum og í Havn.

Norðurlandahúsið er ein serstøk byggilistarlig perla í býnum, og sum tíðin ikki tykist rína á. Vit eru øll góð við Norðurlandahúsið. Men húsið er bert karmurin. Við skiftandi stjórum hevur Norðurlandahúsið megnað at fylt karmin við mentan og list innan so at siga allar listasjangrur, bæði føroyskari og útlendskari, og samstundis verið eitt portur hjá føroyskum listafólki til norðurlendska og altjóða pallin.

Tað er einki at taka seg aftur í, at Norðurlandahúsið sum depil hevur havt serstaka stóran týdning fyri Havnina. Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og Norðurlandahúsið hevur altíð verið gott, bæði um praktisk viðurskifti og um felags verkætlanir. Ein stórur mentanardepil sum hesin smittar eisini av upp á annað mentanarligt virksemi í býnum. Havi her hug at tríva í nøkur tiltøk, sum hava sett varandi spor eftir seg.

Tað er væl kent, at so skjótt Norðurlandahúsið lat upp, so byrjaði Føroya Symfoniorkestur sítt virksemi her í Norðurlandahúsinum. Symfoniorkestrið hevur sín tónleikaliga grundvøll í Tórshavnar Musikkskúla og í musikkskúlunum kring landið, men tað er eisini við Norðurlandahúsinum sum karmi, at orkestrið hevur havt møguleika at ment seg til eitt rættiligt symfoniorkestur.

Nærum samstundis og í samfull 20 ár eftir tað var Norðurlandahúsið karmur um Tórshavnar jazz, fólka- og bluesfestival. Hetta var stóri og slóðbrótandi tónleikafestivalurin í áttati- og nítiárunum, sum fylti Norðurlandahúsið og havnargøtur, men sum eisini gav rútmiska tónleikinum í Føroyum ein heilt nýggjan pall.

Tónleikamenningin hesi árini, sum Norðurlandahúsið átti sín stóra lut í, slóðaði eisini fyri tónleikakappingini Prix Føroyar eftir aldarskiftið, har Norðurlandahúsið var ein av høvuðsfyriskiparunum. Prix Føroyar er kanska tað einstaka tiltakið, sum av álvara setti gongd á útrásina av føroyskum tónleikabólkum á altjóða pallin.

Eitt annað stórt og sera gevandi tiltak hevur verið sangleikirnir, sum Studentaskúlin í Hoydølum og seinni allir miðnsámsskúlarnir í Havn hava staðið fyri. Her rennur tónleikurin, sjónleikurin, sangurin, dansurin og palllistin saman í eina eind við fjølbroyttu møguleikunum, sum Norðurlandahúsið gevur.** Eisini hevur Norðurlandahúsið altíð havt eitt greitt fokus á ungdómin, eitt nú við mentanarstevnuni Ung í Føroyum og Listaleypinum, sum flestu kommunur taka lut í.

Nógvar eru upplivingarnar í hesum húsi, alt frá myndlistaframsýningum, størri og smáum konsertum, norðurlendskum stevnum, upplestri, føroyskum barnadansi til sjónleik, fyrilestrar og ráðstevnur. Og nógv av tí sjónvarpað. Virksemið hjá Norðurlandahúsinum verður í høvuðsheitum fíggjað av Norðurlandaráðnum. Tað er ein sannroynd, at Norðurlandahúsið øll hesi tríati árini hevur tikið á seg eina stóra mentanarpolitiska uppgávu og ábyrgd, okkara og landsins vegna.

Tá Norðurlandahúsið lat upp vóru røddir frammi, sum ávaraðu um, at húsið mátti ikki gerast ein koddi at hvíla á hjá føroyska mentanarpolitikkinum. Vit kunnu hava ymsar meiningar um, hvussu hesi tríati árini hava roynst í so máta, men vandamálið er enn til staðar.

Føroysk yrkisleiklist hevur meira enn fimm og tredivu ár á baki, fyrst við Grímu, síðan við Tjóðpalli Føroya. Hóast at Norðurlandahúsið javnan hevur havt sjónleik á skránni, so er Norðurlandahúsið ikki eitt leikhús, har allir lutir í eini teaturframleiðslu kunnu fara fram. Hesa mentanarpolitisku ábyrgdina mugu vit tí sjálvi bera. Fyri seks døgum síðan fylti lógin um Tjóðpall Føroya 10 ár, men enn er einki tjóðleikhús. Kanska hetta er útrykk fyri áðurnevnda kodda.

Eitt annað listaøki í stórari menning er filmslistin, sum at kalla virkar beint ímóti umstøðunum. Her hevur Norðurlandahúsið gingið á odda og stuðlað undir menningina, eitt nú saman við Tórshavnar kommunu. Her vantar eisini ein greiður politikkur frá landinum.

Samstundis sum vit kunnu fegnast um, at Norðurlandahúsið, nú tað hevur tríati ár á baki, framvegis er ein hin mest týðandi mentanarstovunurin í landinum, so mugu vit sum land, kommunur og samfelag annars eisini taka okkara egnu mentanarpolitisku ábyrgd í líka stórum álvara, sum norðurlendsku brøðratjóðir okkara gera.

Eg fari at ynskja tykkum góðan byr í framtíðini. Hjartaliga til lukku við tríati ára hátíðarhaldinum.

Kelda: www.torshavn.fo