Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað var í veruleikanum umvegis konuna, at 45 ára gamli argjamaðurin Petur Heðin á Fløtti meldaði seg til Gangi½maraton, sum var fyriskipað í fjør.

Stór vælnøgd at koma um málstrikuna

Tað var í veruleikanum umvegis konuna, at 45 ára gamli argjamaðurin Petur Heðin á Fløtti meldaði seg til Gangi½maraton, sum var fyriskipað í fjør. Konan var partur av einum bindiklubba, ið hevði teknað seg, men Petur Heðin fann tó skjótt útav, at hann hevði nakað hægri tempo enn tær í bindiklubbanum og fór tí avstað sjálvur.

Á leiðini møtti hann mammu síni, og tey bæði gjørdu so av at fylgjast. “Vit bæði gingu í góðum tempo, men tó ikki skjótari, enn at vit kundu práta saman um leyst og fast,” sigur Petur Heðin og leggur afturat, at hann og mamman eisini runnu oman eftir brekkuni til Hvítanes. Men sum frá leið setti Petur Heðin sær fyri at fáa onkran av teimum frammanfyri aftur, og tað gjørdist eisini stór motivatión fyri hann at renna meira enn at ganga. “Eg geri einki serligt út yvir vanligt húsbrúk fyri at halda meg í góðari venjing í tí dagliga, men hugsaði í fjør, at um eg nú luttók, so kanska gongd kom á við venjingum,” sigur Petur Heðin, men leggur afturat, at tað ikki ordiliga samsvarar við veruleikan. Men hann hevur tó vónina um, at hann við at luttaka aftur í ár veruliga fær gongd á meira rørsluvenjing í gerandisdegnum, hóast tað er so lætt at lata vera.

“Eg minnist enn kensluna av stóru vælnøgdini í fjør, tá ið eg kom um málstrikuna,” sigur Petur Heðin at enda og leggur afturat, at hóast hann ikki enn hevur teknað seg, so er tað júst henda kenslan av vælnøgd, ið ger, at hann fer at tekna seg aftur í ár.