Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórar broytingar gjørdar til Fólkafundin 2013

Danska ”folkemødet” er júst av á Bornholm og tað eru óivað mangir føroyingar, sum hava borðið eyga við ”folkemødet”, sum jú hevur fylt heilt nógv í teimum donsku fjølmiðlunum. Bæði DR og TV2 hava fylgt tiltakinum við at senda beinleiðis av Bornholm.

Fyrireikingarnar til føroyska Fólkafundin 2013 eru byrjaðar fyri tíð síðan, og eru væl í gongd. Arbeitt verður dúgliga við at menna demokratiska festivalin í ár, soleiðis at røttu karmarnir eru tilstaðar fyri at besta samskiftið kann fáast í lag millum fólkið og feløg, stovnar og flokkar.

Fleiri broytingar verða í ár samanborið við seinasta ár. Størsta broytingin í mun til í fjør er, at Fólkafundurin 2013, allur sum hann er, verður undir einum taki. Á Fólkafundinum 2012 tóku fleiri feløg og flokkar av at leiga eina skúlastovu, sum var atskild frá høllini, har framsýningarbásarnir hildu til, men í ár verður hetta øðrvísi. Heldur enn at hava skúlastovur, eru fyrilestraøkir inni í hallunum, har øll feløg hava møguleika at skipa fyri tiltøkum, har fólkið er! Feløg og flokkar hava møguleika at skipa fyri so fáum ella so nógvum tiltøkum sum felagið megnar at skipa fyri.

 Longu nú hava fleiri feløg og politiskir flokkar meldað seg til Fólkafundin 2013, og fyrireikararnir vænta ein betri luttøku í ár enn í fjør.

Fyri nærri kunning um fólkafundin, sum verður í Klaksvík 20. og 21. September, ber til at fylgja Fólkafundinum 2013 á facebook.com/folkafundurin