Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórar nøgdir av laksi á marknaðinum leggja trýst á prísin

Sera stórar nøgdir av laksi trýsta prísirnar niður um 30 kr. nú ein vika er eftir til jóla.

Sera stórar nøgdir av laksi trýsta prísirnar niður um 30 kr. nú ein vika er eftir til jóla.

Útvið 30.000 tons av rundum laksi vórðu útflutt úr Noregi seinastu viku, og laksaprísurin er fallin orsakað av hesum. Eftirspurningurin eftir laksi í jólamánaðinum er bæði í Evropa og USA sera stórur, men nøgdirnar, sum eru komnar á marknaðin, eru tó somikið stórar, at prísurin er fallin.

Um ein samanber øll onnur hálvár í nøgdum og prísum, eru ábendingar um, at eftirspurningurin á feskfiskamarknaðin er vaksin við 22% í mun til sama tíðarskeið fyri einum ári síðani. Roknað verður tó ikki við, at prísurin fer niðurum 27-28 NOK pr. kg.

Innkeyp av laksi til royktar vørur er í fer við at minka, nú jólini nærkast, og tískil fer meginparturin av laksinum inn á feskfiskamarknaðin. Russiski marknaðurin tekur minni av laksi enn undanfarnar vikur, av tí at Kili útflytir fryst fløk til lágar prísir.

Eftirspurningurin á marknaðinum í USA er heldur frægari enn Evropa. Um hesin eftirspurningur er varandi er torført at meta um, tí tað veldst um, hvussu stórar nøgdir koma frá Kili.

(Kelda: www.kyst.no )