Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Tær sera misvísandi søgunar um gullár hjá fiskimonnum hava á ein hátt gjørt, at tað er torført at grundgeva fyri, at fiskimenn eiga at hava somu rættindi sum øll onnur og eisini vera vardir av lógini, segði Jan Højgaard, formaður, millum annað í síni frágreiðing til landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag.

Størri mandat til landsfundin

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag 2014, sum var hildin í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Havn í dag, samtykti at geva sær sjálvum størri vald frameftir. Undirtøka var nevniliga fyri at strika grein 14 í lógum felagsins, sum sigur, at lógarbroytingar bert kunnu fremjast eftir frumatkvøðugreiðslu. 

Eftir: Ingolf S. Olsen

Sama áseting, sum ætlanin er at broyta, er eisini júst orsøk til, at samtyktin í dag ikki kann verða veruleiki, fyrr enn hon eisini er samtykt við atkvøðugreiðslu millum allar limir felagsins, og tá skulu 3/5 av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri broytingini. 

Okkurt kundi tó bent á, at broytingin hevur ein møguleika at koma ígjøgnum frumatkvøðugreiðsluna eisini, tí á landsfundinum fekk uppskotið dyggan meiriluta. 38 atkvøddu fyri, ein ímóti, og seks atkvøður vóru blankar.

Eitt uppskot um at strika skipanina við sóknarformonnum fall við 21 atkvøðum ímóti og 20 fyri. Hetta uppskotið hevur verið fyri fyrr á landsfundi, men ongantíð hevur avgerðin um at halda fast við hesa skipan verið so tepur sum hesa ferð. Fyrr vóru tað sóknarformenninir, ið høvdu atkvøðurættin á landsfundunum, men henda skipanin bleiv broytt fyri nøkrum árum síðani, soleiðis at í dag hava allir møttir limir atkvøðurætt á landsfundi.

Umframt hesi uppskotini var eitt uppskot um, at Fiskimannafelagið skuldi taka seg úr Samtaki. Men tað fekk so harða móttøku millum fundarfólkið, at uppskotsstillarin tók tað aftur uttan atkvøðugreiðslu. Tvey uppskot vórðu tikin aftur, tí tey ikki vóru nóg neyvt orðað. Annað snúið seg um, at bara aktivir fiskimenn kunnu stillast upp til sýsluformansval, og hitt um at taka av føstu nevndarsamsýningarnar fyri í staðin bert at lata nevndarlimunum fundarpening fyri teir einstøku fundirnar.

Jan Højgaard nam í síni formansfrágreiðing við hópin av truplum málum og viðurskiftum, sum felagið hevur at dragast við, men umrøðan av tí, sum gongur fyri seg í uppsjóvarfiskiskapinum var tað, sum elvdi til mesta kjakið. Serliga viðurskiftini rundanum skipini Grunnabarð og Asbjørn Senior fingu nógva umrøðu – bæði viðvíkjandi hýru- og mynstringarviðurskiftunum hjá manningunum og viðvíkjandi tillutingini av fiskirættindum og kvotum til hesi skipini.

Øll formansfrágreiðingini sæst her: http://www.fiskimannafelag.fo/media/22683/2014-foeroya-fiskimannafelag-%C3%A1rsfr%C3%A1grei%C3%B0ing.pdf


§ 14 um lógarbroytingar ljóðar soleiðis:
Uppskot til lógarbroyting kann verða framsett av stjórnini ella eini sókn á landsfundinum við 3 viku freist. 

Um landsfundurin tekur undirvið uppskotinum, verður tað sent út til atkvøðugreiðslu millum limirnar. 

Mannagongdin við hesi atkvøðugreiðslu skal vera tann sama sum við sýslu- og felagsformansval.

Uppskotið er samtykt at vera lóg, um minst 3/5 av avgreiddum atkvøðum taka undir við tí.