Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Størri skattainntøka í Nes kommunu

Fyrsta mánaðin í ár var skattainntøkan í Nes kommunu meiri enn trettan prosent hægri, enn hon var í januar í fjør. Tað vóru hugalig tíðindi at frætta hjá okkum í Nes kommunu, tá ið TAKS fríggjadagin 1. februar legði fyrstu skattatølini í 2013 fram.

Sambært TAKS var kommunuskatturin í Nes kommunu í januar 2013 2.714.224 krónur. Í januar í fjør var kommunuskattainntøkan í Nes kommunu 2.394.175 krónur. Talan er um eina meirinntøku upp á 320.049 krónur. Tað svarar til +13,37 prosent.

Miðal vøksturin í kommunuskatti í januar roknaður fyri alt landið var sambært TAKS 1,14 prosent.

Í Nes kommunu fegnast vit um framgongdina í januar. Ein av orsøkunum kann vera, at tað var meiri saltfiskaarbeiði í januar í ár, enn tað var í fjør.

Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at laga seg við inntøkuni næstu mánaðirnar. Hetta var ein góður fyrsti mánaði í 2013.

Kommunuskattaprosentið í Nes kommunu er 20,5, og barnafrádrátturin er 5.000 krónur. Tølini eru tey somu, sum tey vóru í fjør.