Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Næsta sunnudag, 4. september, verða teir báðir árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum í hondbólti, sum hava hvør sítt Lionsbikar at spæla um
Bestu liðini frá hondbóltskappingini farna vetur hjá kvinnum og monnum møtast í stórsteypadystum næsta sunnudag, har spælt verður um Lionsbikarið

Tað verður ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, sum verður karmur um teir báðar stórsteypadystirnar í hondbólti, sum altso verða spældir seinnapartin leygardagin 4. september, og eins og undanfarin ár, er talan um eitt samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum.

Dystirnir hesaferð eru soleiðis, at klokkan 17 er kvinnudysturin millum greipuvinnararnir úr Neistanum ímóti steypafinalistunum úr VÍF, og klokkan 19 er mansdysturin millum føroyameistararnar úr VÍF og steypavinnararnar úr H71.

Hetta er triðja árið, at spælt verður um Lionsbikarið, og spælt verður um tað í tíggju ár ella til eitt felag hevur vunnið so ofta, at tað ikki kann takast. Greitt er, at hesaferð verður í øllum førum nýggjur vinnari hjá monnum, tí har vann Kyndil í 2015 og Neistin í fjør, men hvørki teirra spælir stórsteypadyst hesaferð. Hjá kvinnunum hevur Neistin hinvegin møguleikan at endurtaka sigurin frá í fjør.

Sum altíð, tá Lions Club telist millum stigtakararnar, snýr tað seg um at útvega pengar til eitt vælgerandi endamál. Í fyrraárið fekk Sjóndepilin ágóðan og í fjør Føroya Fólkaháskúli, og í ár er gjørt av, at ágóðin frá stórsteypadystunum skal fara til samarittarnar hjá Reyða Krossi, ið hava brúk fyri ymsari útgerð.

Samarittarnir eru fastir fúsir til øll hugsandi smærri og størri tiltøk, har teir við síni hjáveru skapa ein tryggleika og eru skjótir at rætta eina hjálpandi hond, tí fyrstahjálp er teirra fremsti førleiki. Bæði til landsdystir, finalur, konsertir, festivalar og onnur tiltøk síggjast samarittarnir, ið ferð eftir ferð fáa rósandi orð frá eitt nú politiinum, tí teir lætta um og eru bæði hjálp og fyribyrging.

Atgongumerkini til stórsteypadystirnar kosta 70 krónur, sum er vanligi kostnaðurin til hondbólt í Føroyum, men tað ber væl til at lata meira – og tað er eisini tað, mong gera, tá tey koma til hesar báðar stórsteypadystirnar við tveimum endamálum: At síggja góðan hondbólt og at stuðla einum góðum endamáli.

Minnist til: Sunnudagin 4. september...