Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórsteypadystir um Lionsbikør

Í morgin, sunnudagin 21. september, verða teir báðir stórsteypadystirnir í hondbólti hjá kvinnum og monnum spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Ágóðin frá teimum báðum stórsteypadystunum kemur hesaferð Sjóndeplinum til góðar.

Dysturin hjá kvinnum verður klokkan 17 millum føroyameistararnar úr Kyndli og steypafinalistarnar úr Neistanum, og dysturin hjá monnum verður klokkan 19 millum føroyameistararnar úr KÍF og steypavinnararnar úr Kyndli.

Spælt verður um tvey spildurnýggj steyp, Lionsbikørini, sum spælast skal um næstu tíggju árini ella til eitt felag hevur vunnið oftari enn onnur. Tað er Faroe Agency, ið hevur stuðlað átakinum hjá Lions Club og Hondbóltssambandi Føroya, við at lata steypini.

Í sambandi við stórsteypadystirnar er avtala gjørd millum Lions Club í Føroyum og HSF um, hvussu uppgávurnar í sambandi við dystirnar verða býttar millum partarnar, og so er annars bara upp til liðini, fjepparar teirra og hondbóltsáhugað annars at fylla karmarnar út.

Ágóðin frá teimum báðum stórsteypadystunum kemur hesaferð Sjóndeplinum til góðar. Meira ítøkiligt er talan um at stuðla keypi av einum serligum lasertóli, ið gevur blindum føroyingum møguleika at virka allar møguligar gagnlutir.

Eisini fór ágóðin frá Ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn í ár til sama endamál, og í tí sambandi fær Sjóndepilin í hálvleikinum á mansdystinum handaðar 50.000 krónur. Eftir mansdystin verður so eisini handaður ágóðin av stórsteypadystunum, ið er frá Lions Club í Føroyum.