Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórsteypadysturin fluttur

Av tí at ov nógvur ísur er á Ovara vølli í Gundadali, er avgerð tikin um at flyta stórsteypadystin í fótbólti millum B36 og Víking á Tórsvøll í staðin. 

Dysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá farna kappingarári verður tískil spældur á Tórsvølli í dag klokkan 15.

Sum vant, er stórsteypadysturin skipaður í samstarvið millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, og allur ágóðin frá dystinum fer til vælgerðandi endamál.

Í ár fara pengarnir til Fountainhúsið, sum hevur til endamáls at geva fólki við sálarligum avbjóðingum eina meiningsfulla tilveru, innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til.