Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórsteypið fyri tíggjundu ferð

Leygarkvøldið klokkan 19 spæla B36 og Víkingur ársins stórsteypadyst á Tórsvølli. Dysturin er samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og ágóðin fer til nýggj vindeygu á Føroya Fólkaháskúla.

Síðani 2007 hevur stórsteypadysturin verið formliga byrjanin á kappingarárinum í fótbólti, og nú spælt verður um Stórsteypið fyri tíggjundu ferð, er tað einki undantak. Mótstøðuliðini hesaferð eru føroyameistararnir úr B36 og steypavinnararnir úr Víkingi.

B36 vann Stórsteypið tað fyrsta árið, men hevur ikki vunnið síðani, so óivað eru meistararnir svangir eftir at vinna tað aftur – kanska eisini, tí B36 tapti fyri júst Víkingi í fjør. Hinvegin hevur Víkingur vunnið Stórsteypið síðstu tvey árini og fer óivað at leggja nógv fyri fyri at vinna tað triðja árið á rað og harvið halda lív í vónini um at sleppa at eiga steypið.

Hetta kann vera seinasta árið, at spælt verður um akkurát hetta Stórsteypið, tí um Víkingur ikki vinnur, verður tað EB/Streymur, ið vinnur Stórsteypið til ognar, tí EB/Streymur er einasta lið, sum hevur vunnið tað tríggjar ferðir, sum var frá 2011 til 2013. Men vinnur Víkingur og kemur upp á javnt við EB/Streym, skal spælast um steypið, til eitt felag hevur vunnið fleiri ferðir enn nakað annað felag.

Ágóðin til vindeygu
Dysturin, sum verður spældur á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19, er – sum undanfarin ár – samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og sum vit eisini kenna tað frá øðrum londum, eitt nú Charity Shield í Onglandi, snýr tað seg eisini um at fáa til vega pengar til okkurt vælgerandi endamál.

Hesaferð verður tikið eitt tak fyri at hjálpa Føroya Fólkaháskúla, ið arbeiðir við at betra um tær heldur vánaligu umstøðurnar, niðurslitnu bygningarnir geva. Við góðari hjálp frá Lions Club og fleiri øðrum ber nú til at skifta takið, so tað verður tætt á skúlanum, ið tó framvegis hevur ábøtur fyri neyðini.

Tað næsta, sum skal gerast á Føroya Fólkaháskúla, verður at fáa skift vindeygu, og Lions Club hevur gjørt av, at tað verður til tað endamálið, at óskerdi ágóðin frá stórsteypadystinum leygarkvøldið fer. Atgongumerkini kosta 80 krónur, men ikki er óvanligt, at fólk velja at stuðla og lata meira pengar fyri atgongumerkið, enn minstiprísurin er.

MYNDATEKSTUR:

Eins og í fjør, verða tað B36 sum føroyameistari og Víkingur sum steypavinnari, ið spæla ársins stórsteypadyst á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19
Mynd: Álvur Haraldsen