Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórt føroyskt kvøld á Jyderup Højskole

- kom við og fá eitt serligt kvøld, har fokus verður sett á føroyska mentan!

Mikudagin 13. mai verður skipað fyri serligum føroyskum kvøldi á Jyderup Højskole, har røtt verður um Føroyar og føroyska mentan.

Alt hetta hevur sínar røtur í áhuganum fyri føroyskari mentan og í føroyska skapandi mentanarlívinum.

Endamálið er at seta vinkulin á, hvat onnur kunnu læra av hesum arbeiðnum.

Skráin:
- Sjónvarpsverturin, Anders Lund Madsen fer at greiða frá síni tíð sum føroyskur seyðamaður.

- Konsert við føroysku elektropopptónleikarinnuni Franka.

- Konsert við føroyska guitaristinum, sangaranum og sangskrivaranum Stanley Samuelsen

- Borðreitt verður við føroyskum lambskjøti, sum er tilreitt yvir báli, turrum fiski og øðrum serligum føroyskum rættum.

Skúlin
Jyderup Højskole er ein lítil mentanarháskúli í vøkrum umhvørvi – bert ein tíma koyring úr Keypmannahavn.

Næmingarnir skulu fáa so góða frálæru og uppliving, at hesir kunnu kenna seg at verða nakað annað enn, tá hesir komu.

Stórur dentur verður lagdur á, at næmingarnir fáa gott innlit í samfelagslig viðurskifti og at hesir verða ein partur av sínum nærumhvørvi – innan politikk, mentan, vistfrøi og burðardygd.

Skúlin er settur á stovn av eini røð av mentafólki, persónligheitum og fólki á staðnum, sum hava sett sær høg mál fyri skúlan.

Millum hesi er Niels Hausgaard, ið sigur:

“Højskolen kan være stedet, hvør den store rulleport ud mod livets mangfoldighed åbnes på vid gab.”

Tiltakið
13. mai kl. 18.00

Kostnaður: 120 kr.

Tilmelding: info@jyderuphojskole.dk

Adressa: Jyderup Højskole Sølyst, Sølystvej 2, 4450 Jyderup.