Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórt framstig at pinkubørn verða hoyriscreenað

Tað frættist nú, at øll pinkubørn sum verða borðin í heim í Føroyum, skulu screenast fyri møgulig hoyriberk. Hetta er at fegnast um.

Í november 2010 reisti eg málið í løgtinginum, tá eg setti Akseli Johannesen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um hesi viðurskifti. Eg vildi hava landsstýrismannin at upplýsa fyri tinginum, um ætlanir vóru um at seta hoyriscreening í verk, og í sofall, nær roknast kundi við, at tað fór at verða gjørt. Um landsstýrið ikki hevði ætlanir um hetta, vildi eg hava landsstýrismannin at greiða frá, hvør orsøkin var til tað.

Føroyar hava verið einasta Norðurlandið, sum ikki hevur hoyriscreenað pinkubørn. Endamálið við screeningini er at staðfesta møgulig hoyribrek tíðliga, soleiðis at tiltøk kunnu setast í verk alt fyri eitt, fyri at barnið ikki verður óneyðuga nógv darvað av sínum breki.

Svarið eg fekk frá Akseli Johannesen, landsstýrismanni, í 2010, var at landstýrið kundi ikki lova, at screeningin fór at verða sett í verk í 2011, men hann vildi tó miða ímóti, at neyðugu tólini vórðu fingin til vega í 2011, soleiðis at screeningin kundi byrja í 2012.

Henda tíðarætlanin helt ikki, men nú upplýsir Heilsumálaráðið, at øll foreldur, skulu hava tilboð um at fáa oyruni hjá pinkubørnum kannað.

Tað er sera umráðandi, at børn við hoyribreki verða loftað tíðliga, soleiðis at vit kunnu bjóða teimum eitt munandi hægri lívsvirði, enn tey annars høvdu fingið. Tí er tað gleðiligt, at hoyriscreening av pinkubørnum nú verður sett í verk.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður