Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leygardagin 17. september 2016 verður stórt stuðulstiltak, í bygdahúsinum á Strondum, til frama fyri Krabbameinsfelagið.

Tiltakið byrjar kl. 15:30, og hildið verður fram til midnátt.

Skráin er rúgvusmikil og spennandi:

15.30-15.45: Vælkomin
15.45-16.00: Krabbameinsfelagið greiðir frá
16.00-16.30: Svein í Prestgarði
16.30-17.00: Lív Næs
17.00-17.30: Elin Brimheim Heinesen
17.30-18.00: Súsan Joensen, krabbameinssjúklingur greiðir frá
18.00-18.30: MonkeyRat Duo
18.30-19.00: Jens Marni Hansen
19.00-19.30: Signar í Homrum
19.30-20.00: Høgni Reistrup
20.00-20.30: Rigmor í Króki Rasmussen, avvarandi greiðir frá
20.30-21.00: Pól Arni & John Áki frá Hamradun
21.00-21.30: Martin Joensen
21.30-22.00: Hans Andrias
22.00-22.30: Halleluja Sofus
22.30-23.00: Holgar Jacobsen
23.00-23.45: DANNY & THE VEETOS

Hilmar Jan Hansen verður frásøgufólk allan dagin.

Gyklarin Ásbjørn hevur undirhald fyri børnum í biografsalinum kl 17.30, meðan fyrilesturin við Súsan Joensen er í stórasali.

Cafeteria hevur opið meðan tiltakið er, og har verður møguleiki at keypa okkurt til matnað.

Atgongumerki kosta 200 kr. fyri vaksin, børn millum 0-12 ár fáa ókeypis atgongd. Pláss er fyri 400 fólkum.
Væntandi verður høvi at keypa atgongumerki í forsølu, hetta verður lýst seinni.

Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.