Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stórur áhugi í Hollandi fyri frímerki um Westerbeck

Uttan fyri danska kongaríkið hevur ongantíð verið so stórur áhugi fyri einum føroyskum frímerki, sum tað er fyri frímerkinum um Westerbeek, nú tað seinni í mánaðinum verður lagt fram í Rotterdam í Hollandi. Skipað verður fyri ferð til Rotterdam og Amsterdam í døgunum 17.-20. februar, har tað framvegis eru pláss eftir.

Tíðindaskriv:

Eini 110 fólk frá fjølmiðlum, frímerkjasavnarum, familju og øðrum áhugaðum hava teknað seg til móttøkuna í Rotterdam Maritime Museum, har frímerkið um hollendska eysturindiafararan, “Westerbeek”, ið sigldi á land og sakk sunnan fyri Lopranseiði 2. september 1742, verður avdúkað. 

- Hetta er størsti áhugi, sum vit nakrantíð hava verið úti fyri uttan fyri Norðurlond í sambandi við útgávu av einum føroyskum frímerki, sigur Svanbjørg Manai, filateliststjóri á Posta.

Mett verður, at ikki minni enn fýra-fimm túsund føroyingar eru eftirkomarar av manningini á Westerbeck.

Tað var ein av tátíðar størstu reiðarafyritøkum í heiminum, V.O.C., ið átti Westerbeck.
Posta hevur í hesum sambandi gjørt av at geva út frímerki við Westerbeck, og tí verður skipað fyri ferð til Hollands í døgunum 17. til 21. februar. Flogið verður úr Føroyum til Keypmannahavnar og víðari við bussi til fyrst Amsterdam og síðani Rotterdam. 

Útgávan av nýggja frímerkinum hjá Posta fer fram í Rotterdam Maritime Museum.

Skipsvanlukkan við Lopranseiði hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum, tí mett verður, at fleiri túsund føroyingar hava ættarbond til manningina á Westerbeek.

Tað er ein av eftirkomarunum av einum av manningini, Sámal Bláhamar, ið skipar fyri túrinum til Hollands. Við á ferðini er Mathias Lassen, ið hevur skrivað bókina um Westerbeek, sum kom út í 2008.

Bussferð frá Danmark til Rotterdam í Hollandi og retur til Danmark 1700 kr um minst 10 eru við.

Enn eru pláss eftir, og til ber at tekna seg til ferðina skjótast gjørligt á telduposti blahamar@gmail.com ella við at ringja á tlf. 215667.

Niðanfyri sæst føroyska frímerkið og ein tekning, sum hildið verður er av hollendska skipinum, Westerbeek, ið rendi á land á undir Lopranseiði 2. september í 1742.