Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stovna felag fyri føroyskar Chelseafjepparar

 Tíðindaskriv

 Í sambandi við oddabrakið sunnudagin millum tey bæði heilt stóru liðini í Onglandi seinastu nógvu árini Manchester United og Chelsea, hittast føroyskir Chelseafjepparar í Bowlinghøllini í Havn. Dysturin byrjar kl. 16. Bowlinghøllin í Havn hevur latið dyrnar upp fyri Chelseafjepparum hendan dagin.

 Eftir dystin verður stovnandi aðalfundur í føroyska Chelsea fjepparafelagnum, har møguleiki verður at gerast limur. Á aðalfundinum verður nevndarval á skránni.

 Føroyskir Chelseafjepparar hava í eina tíð umrøtt møguleikan fyri at stovna eitt felag, og hava í fleiri umførum verið í sambandi við enska fótbóltsfelagið um hetta. Chelsea krevur eitt ávíst tal av fjepparum fyri at felagið kann gerast eitt offisielt felag. Tí var fyrsta stig, at stovna eina Facebook síðu. Á Facebook síðuni Chelsea FC Føroyar eru seinastu vikurnar savnaðir fleiri enn 100 Chelseafjepparar, og millum hesar er áhugin fyri einum fjepparafelag stórur, tí verður nú stig tikið til at stovna felagið.

 Allir Chelseafjeppararar eru vælkomnir ungir sum gamlir og heita fyrireikararnir á fjeppararnar um at koma í Chelseabúna fyri at skapa tann heilt rætta stemningin..