Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Streymmátarar tiknir upp

Magnus Heinason hevur verið úti til hydrografikanningar http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=12&Itemid=209 , og á túrinum blivu streymmátarafortoyingarnar eisini tiknar upp. Ætlanin var at taka átta streymmátarar upp, men onki samband fekst við ein teirra, ið sostatt ikki kom upp.

Fimm boyur (myndin) komu upp í øllum góðum umframt tvær trolsikrar rammur. Data’ini skulu nú lesast úr mátarunum, og síðan skulu battaríini skiftast og annað eftirlit gerast.

Eftir ætlan skulu mátararnir útaftur um tvær vikur. Hesar streymmátingar eru partur av EU verkætlanini NACLIM http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111 , sum Havstovan er við í.

Les alla frágreiðingina http://www.hav.fo/PDF/Turar/2013/FRAG1322.pdf