Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Streymmátarar tiknir upp

Magnus Heinason hevur verið úti til hydrografikanningar og á túrinum vóru seks fortoyingar tiknar upp. Túrurin byrjaði við hita- og saltmátingum vestanfyri og út á Føroya banka. Síðan blivu fýra fortoyingar tiknar upp.
 
Seinni gekk leiðin í íslendskan sjógv, har ein ramma við streymmátara skuldi takast upp (sí myndir). Hendan ramman hevur ligið í vestasta skarðinum á Rygginum og mátað hvussu nógvur kaldur yvirflotssjógvur: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=8&Itemid=203 fer gjøgnum hetta skarðið. 

Harafturat liggja tveir hitamátarar á botni har og við akustiskari útgerð vóru data lisin úr hesum báðum hitamátarunum. At enda bleiv ein streymmátarafortoying norðanfyri eisini tikin upp, eins og data blivu lisin úr hitamátarum á botni har. Hesin túrur er partur av verkætlanini Western Valley Overflow: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111 , sum Havstovan stendur fyri við luttøku frá DMI.
 
Les alla túrfrágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2017/FRAG1720.pdf