Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Streymmátarar tiknir upp

Í síðstu viku fór Magnus Heinason út til hydrografi kanningar og at taka fortoyingar upp. Túrurin byrjaði norðanfyri, har tríggjar fortoyingar og ein botnramma blivu tiknar upp. Seinni á túrinum blivu tvær fortoyingar tiknar upp á Fugloyarartunguni og ein í Bankarennuni.
 
Hesar fortoyingar hava allar streymmátarar og aðra mátiútgerð á sær, og endamálið við teimum er at máta rákið í Føroyastreyminum, og hvussu stórur partur av tí fer inn í Hetlandsrennuna, eins og at tað djúpa rákið í Bankarennuni verður mátað.
 
Á túrinum vórðu eisini data lisin (akkustiskt) úr tveimum hitamátarum á botni, og tríggir hydrografiskir skurðir blivu tiknir: Úr Hetlandi til Nólsoy, úr Koltri og í ein útsynningvestan, og av Føroyabanka og inn móti Trøllhøvda. Saltinnihaldið á Landgrunninum, sum Havstovan fyrr hevur skrivað um: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=737&catid=7&Itemid=180, sá framvegis út til at vera rættuliga lágt.
 
Hesin túrur er partur av verkætlanini FARMON: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111, sum Havstovan stendur fyri við fígging frá Energistyrelsen í Danmark.
 
Les alla túrfrágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2018/FRAG1822.pdf