Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Streymmátingar eitt ár afturat

Dan Klein --- 15.04.2018 - 09:47

Havstovan søkti í vetur um fígging frá Dancea grunninum hjá Energistyrelsen í Danmark til at halda fram við týdningarmiklu mátingunum av Føroyastreyminum og rákinum í Bankarennuni. Energistyrelsen hevur nú játtað 800.000 kr til hesar mátingar.
 
Í verkætlanini verða streymmátarar lagdir út nú í summar og tiknir uppaftur á sumri 2019. Harafturat verða tvær rammur við hitamátarum settar á botn, og við teimum fer at bera til at máta hitan niðri við botn í upp til fýra ár. Í sambandi við, at Energistyrelsen hevur játtað fígging til fleiri verkætlanir, er tíðindaskriv sent út, og heimasíðan hjá Danmarks Radio hevur m.a. skrivað um verkætlanina FARMON II hjá Havstovuni – tað skrivið kann lesast her: https://www.dr.dk/nyheder/viden/klima/klimaforandringernes-skueplads-3-danske-projekter-overvaager-smeltende-arktis
 
FARMON II-verkætlanin er framhald av FARMON-verkætlanini, sum eisini er fíggjað av Dancea. Tann verkætlanin byrjaði 1. apríl 2017 og endar 31. mars 2019. Meiri er at lesa um FARMON her: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111