Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Páll Hansen, verandi formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Stríðsval um formanssessin!

Nú er greitt, at tað verður kapping um sessin sum formaður í Maskinmeistarafelagnum komandi 3 árini.

Verandi formaður Páll Hansen hevur boðað frá, at hann stillar upp aftur og Jákup Jacobsen hevur boðað frá, at hann eisini stillar upp til formansvalið.

Páll Hansen hevur í nógv ár starvast hjá SEV og seinastu 5 árini hevur hann eisini verið formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Jákup Jacobsen hevur verið maskinmeistari við Tjaldrinum í nógv ár og hevur eisini fingist við ymiskt virksemi á landi seinastu árini.

Til nevndarvalið hava sitandi nevndarlimir Jóan Petur Patursson og John Højsted boðað frá, at teir taka við afturvali. Tiltakslimurin Jón Johansen hevur eisini boðað frá, at hann stillar upp aftur til nevndarval.