Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Strongd-kanning: Starvsfólk undir sálarligum trýsti

Annar hvør limur í Starvsmannafelagnum hevur havt illgruna um strongd tey seinastu trý árini. Umleið 5. hvør limur hevur verið hjá lækna við sínum illgruna og umleið 10. hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd.

Hetta vísir nýggj kanning um strongd millum limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum fyritøkan Fegin hevur gjørt fyri Starvsmannafelagið og sum er almannakunngjørt í dag.

Meiri enn 700 limir í Starvsmannafelagnum vóru við í kanningini, sum man vera ein tann størsta kanningin um strongd, sum gjørd er á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Størra helvtin av teimum, sum svaraðu mettu, at strongdin hevði sín uppruna á arbeiðsplássinum. Og størsta einstaka orsøkin, sum fólk vísa á, er at strongdin kemst av at arbeiðsbyrðan er ov stór.

Í kanningini eru sammetingar gjørdar við tøl frá Gallup, sum hevur spurt meiri enn 500 føroyingar um strongd. Niðurstøðan er, at tølini fyri limirnar í Starvsmannafelagnum svara rættuliga væl við tølini fyri føroyingar sum heild.

Kanningin partar ljós á ein trupulleika, sum vit higartil hava vita rættuliga lítið ítøkiligt um, og tí er tað týdningarmikið at vit nú hava fingið hesa kanningina, sigur Starvsmannaferlagið.

Kanningin staðfestir, at talan er um eitt vandamál, sum kostar tí einstaka, familjum og samfelagnum dýrt. Tí er hetta nakað sum vit øll, bæði tann einstaki og partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu gera nakað við og taka í allarstørsta álvara, sigur felagið.

Kanningin um strongd varð kunngjørt á temadegi um strongd, sum Starvsmannafelagið skipar fyri.