Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Studni kann ikki krevja, at lesandi skulu søkja um lestrarstuðul umvegis eina talgilda samskiftisskipan

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt málið um, at Studni kravdi, at lesandi skuldu søkja um lestrarstuðul umvegis eina talgilda samskiftisskipan. Eingin heimild var fyri hesum. Í útgangsstøðinum velur ein borgari sjálvur, á hvønn hátt hann vendir sær til fyrisitingina. Myndugleikin hinvegin skal hava serstaka heimild fyri at áleggja borgaranum at samskifta talgilt. Umboðsmaðurin gjørdi vart við, at reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur eru galdandi, sama um málsviðgerðin er manuell ella talgild. Umboðsmaðurin vísti eisini á, at almennir myndugleikar hava ábyrgdina av at tryggja, at stig, sum verða tikin í sambandi við talgilda fyrisiting, eru lóglig, og at talgildu skipanirnar gera tað møguligt hjá myndugleikunum at halda galdandi lógarkrøv.

Viðvíkjandi klagu um talgildar umsóknir um lestrarstuðul

Tann 16. august 2013 móttók eg eina klagu um, at Studni kravdi, at lesandi skuldu søkja lestrarstuðul umvegis talgildu samskiftisskipanina Mínboks.

Eg gjørdi av at kanna hetta málið nærri, og við skrivi, dagfest 19. august 2013, heitti eg á Mentamálaráðið um í samráð við Studna at greiða mær frá heimildini fyri at krevja, at borgari bert kundi samskifta talgilt við ein almennan myndugleika.

Í tíðindasending í útvarpinum 21. august 2013, kl. 18 upplýsti stjórin á Studna, at tað ongantíð hevði verið ætlanin, at tey lesandi skuldu hava Mínboks. Studni hevði kunnað lærustovnarnar um hetta, og sjónvarpslýsingin fór at verða tikin aftur. Kunningin á heimasíðuni hjá Studna varð broytt samsvarandi. Vísandi til hesa samrøðu í útvarpinum heitti eg tann 28. august 2013 á Mentamálaráðið um í samráð við Studna at greiða mær frá, hvørji stig vóru tikin til at rætta kunningartilfarið um mannagongdina at søkja útbúgvingarstuðul.

Um orsøkina til hetta greiddi eg frá, at á heimasíðu síni upplýsti Studni framvegis, at lesandi skuldu søkja umvegis Mínboks, eins og leinkja var til kunning við sama boðskapi á heimasíðuni hjá Mínboks. Eg hevði eisini varnast, at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Fróðskaparsetrið, Tekniski skúli í Tórshavn og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna á teirra heimasíðum beinleiðis sum óbeinleiðis kunnaðu um, at næmingarnir skuldu hava Mínboks, og at umsóknir um lestrarstuðul einans fóru at verða viðgjørdar í Mínboks.

Tann 30. august 2013 móttók eg skjølini í málinum hjá Studna, og tann 2. september 2013 sendi Mentamálaráðið mær eina frágreiðing, sum Studni hevði skrivað um málið, umframt skjølini í málinum hjá Mentamálaráðnum.

Mentamálaráðið harmaðist støðuna, men hevði einki at leggja afturat frágreiðingini hjá Studna.

Í frágreiðingini, dagfest 30. august 2013, ásannar Studni, at heimild var ikki fyri at krevja, at tey lesandi skuldu søkja lestrarstudning á talgildum umsóknarblaði, og at orðingarnar í lýsingartiltakinum um talgildu loysnina vóru í so stórorðaðar og misvísandi. Studni harmaðist feilin. Sambært frágreiðingini hevði tað ongantíð verið ætlanin, at lesandi ikki skuldu hava møguleika at søkja studning á “fysiska” umsóknarblaðnum.

Studni greiddi somuleiðis frá, at dagin eftir at hava fingið klaguna frá umboðsmanninum til ummælis, legði Studni “fysiska” umsóknarblaðið á heimasíðuna, broytingar vórðu gjørdar í kunningartilfarinum á heimasíðuni, viðkomandi lærustovnar fingu fráboðan um, at møguleiki var at søkja studning á pappírsumsóknarblaðnum, og lýsingin var tikin av heimasíðuni hjá Studna og varð ikki send í Kringvarpinum aftur.

Eftir fund við umboðsmannin tann 29. august gjørdi Studni fleiri broytingar í kunningartilfarinum á heimasíðuni, kunningin frá Studni á Mínboks varð broytt, eins og skriv varð sent øllum viðkomandi lærustovnum við endurskoðaðum faldara um nýggju mannagongdina og við áheitan um at fremja neyðugar rættingar á heimasíðu teirra.

Studni vísti at enda í frágreiðingini á, at Studni í fleiri ár hevur havt ætlanir um at talgilda umsóknarbløðini fyri at effektivisera málsviðgerðina og stytta um málsviðgerðartíðina.

Tann 3. september 2013 boðaði umboðsmaðurin pørtunum frá, at tað ikki varð mett at verða neyðugt við framhaldandi partshoyringum, og at umboðsmaðurin fór undir endaligu viðgerðina av hesum málinum. Tann 13. desember 2013 kunnaði umboðsmaðurin partarnar um, at klagan væntandi varð liðugt viðgjørd í januar 2014.

Niðurstøða

Hendan klagan snýr seg um, at Studni við skúlaársbyrjan 2013 kravdi, at lesandi skuldu søkja um lestrarstuðul umvegis Mínboks.

Í sjónvarpslýsing og kunningarfaldara kunnaði Studni í august 2013 um, at mannagongdin við at søkja um lestrarstudning var broytt. Fyri at fáa lestrarstuðul skuldu lesandi, sum byrjaðu nýggja útbúgving, søkja umvegis talgildi samskiftisskipanina Mínboks. Upplýst varð, at umsóknir um lestrarstuðul einans fóru at verða viðgjørdar í Mínboks. Fyri at kunna nýta Mínboks var tað ein treyt, at lesandi høvdu netbanka frá einum av føroysku peningastovnunum. Kunningin varð eisini send øllum viðkomandi skúlum.

Studni ásannaði beinanvegin, eftir at eg hevði sent klaguna til ummælis, at eingin heimild var fyri at krevja, at tey lesandi skulu søkja lestrarstudning á talgildum umsóknarblaði.

Tað er ongastaðni í lóggávuni generelt ásett, á hvønn hátt ein borgari kann ella skal venda sær til almennu fyrisitingina. Av tí at tað í lóggávuni ikki eru ásett serlig formkrøv, kann borgarin í útgangsstøðinum sjálvur gera av, á hvønn hátt hann vendir sær til fyrisitingina. Hetta er í fyrstu atløgu treytað av, at fyrisitingin tekniskt er før fyri at taka ímóti tí, sum sent verður. Í aðru atløgu kunnu tað í lóggávu vera ásett serlig formkrøv, sum t.d. brúk av serligum oyðubløðum og krøv um undirskrift, sum gera, at borgarin skal venda sær til fyrisitingina á ein ávísan hátt. Í aðramáta kann ein borgari venda sær til fyrisitingina í talgildum formi, velur hann tað.

Ein myndugleiki hinvegin kann tó ikki uttan serstaka lógarheimild krevja, at skrivligt samskifti millum borgara og almenna myndugleikan skal vera talgilt. Ein myndugleiki kann ikki krevja, at ein borgari skal senda myndugleikanum skrivligt samskifti í talgildum formi, ella krevja, at borgarin skal móttaka brøv o.a. í talgildum formi frá myndugleikanum.

Ongin broyting er gjørd í lestrarstuðulslógini ella aðrari lóg, sum heimilar Studna at krevja, at tey lesandi skulu samskifta í talgildum formi við Studna. Heimild var tískil ikki fyri nýggju mannagongdini hjá Studna, har tað sambært kunningartilfarinum varð sagt, at umsóknir um lestrarstuðul einans fóru at verða viðgjørdar umvegis Mínboks.

Tað er tó einki, sum forðar fyri, at borgarar sjálvbodnir skráseta seg í tílíka skipan og á henda hátt samtykkja í at samskifta talgilt við ein almennan myndugleika. Borgarin kann tó til eina og hvørja tíð taka samtykkið aftur og krevja, at myndugleikin sendir skriv í pappírsformi.

Studni hevur um ítøkiliga málið greitt mær frá, at tað ongantíð var ætlanin, at lesandi ikki skuldu hava møguleika at søkja studning á pappírsumsóknarblaði, og at orðingarnar í lýsingarátakinum vóru ”í so stórorðaðar og misvísandi”. Fyri mær at síggja er hetta ikki í fullum samsvari við tað, sum, umframt av almenna kunningartilfarinum, eisini framgongur av fleiri skjølum í málinum. Av hesum tyktist skipanin nevniliga at vera ætlað at vera tvungin fyri tey, sum byrjaðu nýggja útbúgving í august 2013. Hetta sæst m.a. í eini fundarinnbjóðing til miðnámsskúlarnar í mai, kunningartilfari, sum Studni fekk til gjøgnumlestur fyrst í juni, og av samskifti, sum Studni hevði við veitaran av elektronisku loysnini í august.

Tað er lítið at ivast í, sum Studni eisini vísir á í frágreiðing síni til mín, at fyrimunir eru við talgildum umsóknarbløðum, sum verða viðgjørd í eini talgildari samskiftisskipan.

Hetta mál gevur mær tó samstundis høvi at gera vart við, at reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur eru galdandi, sama um málsviðgerðin er manuell ella talgild. Og tað er almenni myndugleikin, sum hevur ábyrgdina av at tryggja, at stig, sum verða tikin í sambandi við talgilda fyrisiting, eru lóglig, og at talgildu skipanirnar gera tað møguligt hjá myndugleikanum at halda galdandi lógarkrøv.

Hetta skriv er eisini sent Mentamálaráðnum og klagaranum, og verður í næstum almannakunngjørt á heimasíðuni hjá umboðsmanninum www.lum.fo.

Sólja í Ólavsstovu

umboðsmaður