Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðul játtaður til kunningarátak hjá MEGD

Dan Klein --- 15.09.2018 - 08:10

Granskingarráðið hevur játtað MEGD stuðul til kunningarátak við heitinum "Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist"

Stuðulin, kr. 60.000, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Tað er Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum er verkætlanarleiðari.. Verkætlanarskeiðið er 4 mánaðir. Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til útreiðslur í sambandi við vitjan hjá myndamanni,  og gjald fyri tilfar og annað í sambandi við myndaframsýning.

Tey í MEGD siga soleiðis um verkætlanina:

"Í døgunum 9. til 13. september 2018 vitjar amerikanski myndamaðurin Rick Guidotti MEGD.

Endamálið við vitjanini í Føroyum er ígjøgnum persónligar søgur, framløgu og myndaframsýning at fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og/ella síggja øðrvísi út. Hetta kann vera orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum. 

Við hesum í hugsa kann verkætlanin vera við til at menna heilsuøkið í Føroyum gjøgnum persónligu søgurnar, sum myndirnar hjá Rick Guidotti siga. Her koma føroyingar sum heild tætt inn at føroyingum við ymiskum avbjóðingum, sum hóast avbjóðingar ikki bara eru sjúklingar, sjúk ella síggja øðrvísi út, men sum eru heil menniskju við ynskjum og dreymum, sum øll onnur.

Persónligu søgurnar kunnu eisini vera við til at broyta vanahugsan í ymiskum skipanum, sum fólk, ið bera brek, ofta gerast partur av. Her hevur tað týdning, at vit ikki verða sædd sum nummur ella skjøl, men sum borgarar við sama rætti sum allir aðrir borgarar.

Umframt almenna framløgu í Smæruni í Tórshavn mikukvøldið 12. september kl. 19, verður eisini vitjað á Setrinum, har Rick Guidotti møtir lesandi sjúkrarøktarfrøðingum, og á Barnadeildini á LS, har hann vitjar starvsfólk, foreldur og børn. Vitjanin á Setrinum og á Barnadeildini kemur í lag, tí hann seinastu 20 árini hevur havt samstarv við hægri lærustovnar fyri læknalesandi, ymisk sjúkrahús og stovnar m.a. í Amerika. Hetta eisini við tí endamáli at broyta siðbundnu myndina vit hava av hvør øðrum.

Á ferðini fer Guidotti eisini at taka myndir av føroyingum, sum verða við á ókeypis myndaframsýning í Norðurlandahúsinum, ið MEGD skipar fyri 3. desember, altjóða brekdagin. Har verður boðið inn til at síggja øðrvísi myndir, sum kunnu broyta vanahugsan, skapa prát ella kjak og eisini betra um umstøðurnar føroyingar við avbjóðingum hava í dag."

Til ber at lesa meira um tiltakið á megd.fohttps://megd.fo/

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her https://www.gransking.fo/fo/adrar-studulsskipanir/sjukrakassagrunnurin/

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her https://www.gransking.fo/fo/adrar-studulsskipanir/sjukrakassagrunnurin/hovudsoki-1/jattanir-til-hovudsoki-1/