Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðul latin til 10 nýggjar verkætlanir

Granskingarnevndin hevur á fundi 18. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.364.462 til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsu. 

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2015, eru:

Mentan
Andriása Dam Joensen: Samstarvandi læruhættir og ávirkan teirra á næmingar, læring, úrslit og ósemjuhandfaring: Ein kvantitativ og kvalitativ kanning av verksetan og eftirmeting av bretsku SPRinG verkætlanini i einum føroyskum høpi. 
Ph.d. verkætlan á UCL Institute of Education í London – játtan kr. 693.087

Náttúra og náttúrutilfeingi
Sólvá Jacobsen: Livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum.
Verkætlan á Havstovuni – játtan kr. 486.375

Debes Christiansen: Virulentur ILA virus aftur ávístur í Føroyum.
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – játtan kr. 425.000 

Sissal Erenbjerg: Vatnskiftið í Sundalagnum og grannafirðum: Ein modelkanning.
Ph.d.verkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 640.000

Matur
Debes Christiansen: Eyðmerking av bakterium í samband við ræsing av skerpikjøti: ein forkanning.
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – játtan kr. 80.000 

Samfelag
Runa Preeti Høgnesen: Tvør-tjóðað hjúnarband, samfelag og skapan av kvinnuleika. Ein greining av giftum filippinskum og teilendskum kvinnum í Føroyum og royndum teirra við inklusión og eksklusión. 
Ph.d.verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 1.130.000

Hallbera West: Ábyrgdargering og fólkaræðislig góðska í føroysku politisku skipanini.
Ph.d.verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 1.130.000 

Heilsa
Ulrike Steuerwald: Eru berarar av ílegu fyri glykogengoymslubreki og fólk við lágum karnitini í blóðinum í serligum vanda fyri typu 2 diabetes.
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 520.000
Jan Rasmussen: Karnitintrot - kanning av árininum á hjarta og vøddar hjá sjúklingum við CTD. 

Verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 260.000

Ester Weihe Jacobsen: Psoriasis - Fenotypur og genotypur – hjá føroyingum – kanning av føroyska fólkinum.
Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr.1.000.000
44 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 38 mió. kr.

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2016 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2016.

Longu 1. september 2015 kl. 12 er freist til at søkja stuðul til heilsugransking úr Sjúkrakassagrunninum. Talan er um høvuðsøki 2. Les meira her: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=21049

Tilsamans eru nærum 160 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann varð settur á stovn. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2014 sæst her: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=10272