Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nordic Cancer Union letur árliga stuðul til krabbameinsgransking í Norðurlondum. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 1. september 2017.

Stuðul til krabbameinsgransking

Á heimasíðuni hjá NCU verða raðfestu økini og treytirnar nærri lýstar. Stuðul verður latin til økini epidemiologi, heilsuframa og/ella rehabilitering av krabbameinssjúklingum. Harafturat er tað eitt krav at granskingin er eitt samstarv millum tvey norðurlendsk lond ella fleiri, at granskingin er einskild hóskandi at verða framd í Norðurlondum og økt virði stendst av samstarvinum.
 
Umsóknir skulu latast inn umvegis talgildu skipanina hjá NCU. Neyv krøv eru um ymisk fylgiskjøl.
 
Til ber at seta seg í samband við NCU umvegis teldupost á ncu@kreftforeningen.no ella við at ringja til telefon +47 900 323 97. Eisini ber til at venda sær til Krabbameinsfelagið ella til Granskingarráðið, til dømis fyri at fáa góð ráð um praktisk viðurskifti og møguleikar fyri samfígging.
 
Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 1. september 2017 kl. 13.00 norska tíð.