Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stuðul til politiskt virksemi

Nú hevur Tjóðveldi sett uppskot fram um at almenningurin skal fáa at vita, hvussu tey, sum stilla upp til val, fíggja sítt virksemi.

Hetta er eitt sera gott uppskot, tí viðgerðin av tí fer at fáa eitt harðliga til´trongt orðaskifti í gongd.

Teir fornu grikkar søgdu sum kunnugt, at val vóru ódemokratisk, tí tá veljast skuldi, høvdu tey ríku møguleika fyri at ávirka tey minni ríku sær til fyrimuns. Tey kundu eitt nú løna monnum fyri at fara út á geilar at rópa, at eitt ávíst valevni var vert at velja. Harvið fingu vit eitt ting, har tey ríku ráddu, og henda skipan var ikki eitt demokrati, fólkaræði, men eitt aristokrati, ríkmannaræði.

Fyri at skerja fyrimunirnar hjá teimum ríku fingu vit í nútíðar demokratium eina skipan við meirilutavali í einmannavaldømum. Høvdu vit havt hana í Føroyum, so hevði hvørt valdømi havt umleið 1000 veljarar, og tann sum fekk flestar atkvøður var valdur. Hesir fáu veljarar kendu persónliga valevnið, og tað stóð teimum til svars.

Hetta er tann skipan sum vit hava í teimum stóru demokratisku londunum, ikki bert í Stórabretlandi, men eisini í USA og India. Sjálvandi slepst ikki undan at pengarnir hava vald. Ein kanning í USA vísti herfyri, at í umboðsmannatinginum, har 435 limir skulu veljast, vóru tað bert 5 av teimum valdu, sum høvdu nýtt færri pengar í valstríðinum enn mótvalevnið. Men tað ber so til at vinna á kapitaláhugamálunum.

Nú hava vit ikki hesa skipan, men hava gjørt alt landið til eitt valdømi.

Royndirnar higartil hava prógvað, at pengarnir í enn størri mun eru avgerandi fyri hvør ið verður valdur. Tað hoyrist um tingmenn, sum hava ofrað eina hálva millión fyri ein tingsess.

Higartil hevur skaðin ikki verið serliga stórur. Men tá tað hoyrist um heim, at tað ber til at keypa sær tingsessir í Føroyum, so kunnu stórar vanlukkur standast av tí.

Vit kunnu ið hvussu er siga, at longu sum er, hava pengarnir stórt vald í føroyskum politikki. Hetta hava danir gjørt sær dælt av.

Vit hava nakrar flokkar í Føroyum, sum koma til valdið við at føra fram, at vit skulu taka við ólógligum donskum pengum. Talan er um eina milliard krónur um árið. Við at seta fram hesa útsøgn fáa teir atkvøður. Vit kunnu siga, at danir gjalda næstan 70.000 krónur fyri hvørja atkvøðu,sum hesir flokkar fáa.

Hetta kundi verið vert at fingið viðgjørt nærri, og nú hol er sett á búldin er øll orsøk til at fegnast. Tað verður spennandi at síggja viðgerðina av hesum máli.

Zakarias Wang