Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

STUÐUL TIL UMVÆLING OG BYGGING Í GOMLU HAVNINI

Stuðul fæst til bygging og umvælingar í deildarøkinum A. Økið Tinganes og gamla Havnin, er fevnt av serstøku byggisamtyktini nr. 4. Endamálið við hesari byggisamtykt er, at varðveita sum mest av tí dámi, sum hevur sermerkt henda partin og at skipa tað nýggja á slíkan hátt, at tað ikki stríðist ímóti, men livir saman við tí virðismesta í tí gamla.

 Serstaka byggiráðið fyri økið hevur til uppgávu at vegleiða býráðið, tá mál verða viðgjørd og skal serstakliga viðgera allar spurningar, ið hava samband við útsjóndina á húsunum. Samstundis skal serstaka byggiráðið hjálpa við leiðbeiningum, tá onkur, sum vil byggja ella umvæla eina ogn, leggur fyrispurningar fyri tað.

 Deildarøkið A skal í høvuðsheitum nýtast til bústaðarendamál og bygging skal einans vera stakhús, ið standa fyri seg. Á hvørji ogn kunnu bert verða bygd eini sethús til eitt húski. Tað er tó loyvt at hava tílíkt virki, sum vanliga verða útint í eldri búðstaða- og handverkaraøkjum, tá kommunan heldur, at tað kann verða rikið uttan at broyta eyðkenni økisins sum búðstaðaøki, ella virkið krevur rúmd at seta bilar á, sum ognin ikki hevur. 

 Í samband við privatar umvælingar av húsum uttan, rindar kommunan kostnaðarmunin ímillum tað, sum er neyðugt at gera og tað, sum serstaka byggiráðið heldur vera ynskjandi. Nakrir av bygningunum eru friðaðir og er tað tá Fornminnissavnið, sum veitir stuðul og ráðgeving í samband við umvælingar.

 Áðrenn farið verður undir at byggja, umvæla ella broyta nýtslu av eini ogn, skal loyvi frá kommununi fáast til vega. Á tann hátt kann kommunan vera við sum ráðgevi og soleiðis tryggja, at tað nýggja er í tráð við byggisamtyktina og tey ynski, kommunan ella serstaka byggiráðið hevur til útsjónd húsanna.

 Sum fylgiskjøl við umsóknini til byggiloyvi og stuðul skal í minsta lagi vera hjálagt avrit av skeyti við ásetingum og møguligum servituttum, mátfastar tekningar, frágreiðingar og annars tað, ið er neyðugt fyri at lýsa ætlanina til fulnar. Skilagott er at fáa eina frammanundansamrøðu við kommununa áðrenn byrjað verður.

 Allar ásetingarnar kunnu lesast á netsíðu kommununnar her:http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1509

 Til ber eisini at lesa faldara og kunna seg nærri um stuðul til bygging og umvælingar í Gomlu Havnini her: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=2240