Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

STUTTLIGUR FÓTBÓLTUR Á EYSTURVØLLI

Hetta er annað árið á rað, at Tórshavnar Kvøldskúli skipar fyri fótbólti fyri fólk við skerdum førleika. Venjari er Súni Fríði Barbá, sum hevur drúgvar royndir, bæði sum fótbóltsspælari og venjari.

Dreingirnar venja tvær ferðir um vikuna á Eysturvølli. Vant verður frá oktober til mai. Teir eru sera ídnir og møta væl upp. Ynskiligt er, at fleiri teknaðu seg, tí enn er bert tað eina liðið.

Borgarstjórin og kvøldskúlaleiðarin vóru nú seinnapartin og heilsaðu uppá dreingirnar og vóru við í brotssparkskapping. 

Endamálið við átakinum er at læra grundleggjandi fótbólt við ymiskum spølum og venjingum. 

Alt verður gjørt í einum positivum anda, talan er um stuttligar, sosialar og mennandi fótbóltsvenjingar.
Sum er venja teir tvær ferðir um vikuna.
Og í dag var serligur spenningur, tí bæði kvøldskúlaleiðarin og borgarstjórin skuldu skjóta uppá mál - og tað gekst heilt hampiligt.