Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suðurtunnilsóttin

Tá Roosevelt gjørdist forseti í USA í 1933 var landið í stórari kreppu. Nógv óttaðust, at tað kundi gerast enn verri. Tá helt forsetin eina røðu, har hann segði, at tað einasta, sum var at óttast, var óttin sjálvur! Hann heitti á tjóðina um at fara til verka og fáa annað skil í lag, og væl gekst!

Nú hava vit í Føroyum eitt mál, har mong eru rakt av ótta. Talan er um størstu verkætlan i føroyskari søgu, og tað er at fáa gjørt fast vegasamband við Suðurøkið, sum fevnir um Sandoynna og Suðuroynna.

Sum er sigla ferjur til hesar oyggjar. Hetta er ein dýr loysn. Ferjurnar skulu hava atløgupláss, og tey skulu gjaldast. Ferjurnar kosta nógv at reka.

Tær halda ikki allar ævir, og nýggjar skulu byggjast so hvørt fyri tær avoldaðu. Sjálvandi nýta bilarnir ikki brennievni tá teir eru umborð á ferjuni, men orsøkin til at danir gjørdu brúgv um Stórabelt var, at teir funnu fram til, at ferjurnar nýttu meir brennievni fyri at fáa bilarnar yvirum, enn bilarnir høvdu nýtt til sjálvir at koyra hetta strekkið. Sama er uttan iva galdandi hjá okkum.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar av núverandi skipan eru so stórar, at um vit sluppu undan teimum, so høvdu tær rentað eina ovurhonds stóra íløgu, serliga við tí rentustøði, vit hava í dag og helst koma at hava næstu tíggju árini.

Alt bendir tí á, at sjálvt um samfelag okkara tók upp lán til at gjalda fyri Suðurtunnilin, so hevði tað verið ein góð íløga.

Men henda leið er ikki gongd, tí vit halda, at land okkara ikki skal vaksa um sína skuld.

Kunnu vit so fáa ein privatan Suðurtunnil?

Kunnu vit fáa íleggjarar at reisa ta upphædd, sum skal til fyri at fíggja tunnilin og so taka upp gjald fyri nýtsluna av honum?

Ein slík skipan er ikki nógv betri enn tann ferðsluskipan vit hava við suðurøkið sum er. Her hava vit eina skipan við brúkaragjaldi fyri tey, sum eru so óheppin at noyðast at koma og fara til hesar oyggjar. Tey sum ikki búgva har, sleppa undan at gjalda. Meðan tey norðanfjørðs kunnu koma millum allar bygdir á nátt og degi alt árið, so sleppa tey sunnanfyri bert tá skip sigla. Munurin á tænastustøðinum er sum á degi og nátt.

Men hvussu kunnu vit fáa eina samhaldsfasta skipan?

Tað er henni, alt ov nógv óttast. Tey renna undan tá talan kemur inn á at vit skulu standa saman um at útvega øllum landsmonnum okkara møguleika fyri at vera við í samferðslukervi okkara.

Hetta er tann ótti, sum vit eiga at óttast. Líta vit hann beint í eyguni, so kunnu vit vinna á honum.

Tað er nevnliga rættiliga einfalt hvat ið gerast kann.

Vit hava eitt vegakervi, sum er ófullfíggjað. Nakrir vegir eru í tunlum, og nakrir av hesum eru niðansjóvar. Vit vanta at fáa nakrar bygdir upp í vegakervi okkara, og fyri at fáa tær, noyðast vit at gjalda kostnaðin av hesum nýgerðum.

Taka vit lán, so gjalda vit kostnaðin seinni. Taka vit ikki lán, so noyðast vit at gjalda so hvørt. Báðar hesar leiðir eru gongdar.

Tað sum er at óttast fyri, er at gera tað sum danir hava gjørt við Stórabelt, har teir krevja upp bummgjald fyri at nýta farleiðina. Tað ger, at ferðslan verður minni enn annars, av tí at fólk hveppa seg við at nýta brúnna. Harvið fær samfelagið ikki so nógv gagn burtur úr íløguni sum tað annars hevði fingið.

Hvør skal gera Suðurtunnilin? Skal hann vera almennur ella privatur?

Báðar loysnir kunnu sjálvandi nýtast, bert tær eru samhaldsfastar.

Siga vit, at tað almenna ikki skal krevja størri gjøld enn tað ger, og at skuld hins almenna ikki skal vaksa, so ber tað ikki til hjá tí almenna at fara undir eina so stóra verkætlan.

Hvussu kann so ein samhaldsføst privast verkætlan fáast í lag?

Her kunnu vit sjálvandi nýta tann leist, sum løgtingið valdi tá tað gjørdi Vesturtunnilin og síðani Norðurtunnilin. Har vórðu serligar fyritøkur gjørdar við egnum rakstri sum skuldu reka hesar tunlar.

Velja vit hesa loysn, so kundu vit lagt hesar báðar fyritøkurnar saman í eina, og samtykt at hon skuldi reka ikki bert tunlar, men alt vegakervið, bæði tað Landsverk hevur sum er, og eisini tað, sum kommunurnar hava stríð og útreiðslur av.

Landið og kommunurnar sleppa tá undan stórum útreiðslum, sum kunnu nýtast til onnur endamál.

Henda nýggja fyritøka skal síðan fíggja rakstur av vegakervinum og nýíløgur við gjøldum, sum verða áløgd teimum, sum nýta vegakervið.

Eitt av tí, fyritøkan kemur at yvirtaka, verður tann almenni stovnur, sum krevur upp gjald fyri veggjald og sýn. Landsverk kemur at vera tann eftirlitsmyndugleiki, sum sær til, at vegakervið lýkur øll trygdarkrøv, eins og at bilar verða sýndir.

Hvussu skulu inntøkurnar fáast til vega?

Tað verður við at áleggja veggjald, sum sjálvandi fyrst og fremst skal nýtast til viðlíkahald av vegunum.** Men hvussu við nýíløgum sum Suðurtunlinum?

Fær fyritøkan ikki heimild at taka upp lán, kann hon áseta eitt veggjald, sum kann fíggja hesa og aðrar útbyggingar so hvørt tær verða gjørdar.

Hetta gjald fer nøkur fá ár, til Suðurtunnilin er liðugur, at verða hægri enn tað, vit higartil hava verið von við. Men hvat er her at óttast?

Møguliga fer bilatalið eina tíð at minka eitt sindur, tí nøkur fara at halda tað verða ov dýrt, men øll tey, sum hava bil, koma at fáa rúmari ræsur. Tá fer at bera til at koyra úr Havn til Hvalbiar eins skjótt og úr Havn til Vestmanna. Alt okkara land gerst atkomuligt og vinnulívinum verður latið upp fyri glæsiligum møguleikum.

Hví skulu vit hveppa okkum fyri hesum møguleikum bert tí vit óttast fyri at vera samhaldsføst?

Zakarias Wang