Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SÚNI HAMMER HÚSAVØRÐUR Í 40 ÁR

Fríggjakvøldið var hátíðarhald í barnagarðinum við Velbastaðvegin, tá Súni Hammer eftir 40 ár í starvi sum húsavørður, tók avgerð um at fara frá.

Undir hátíðarhaldinum helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu, har hann greiddi frá, at Súni er runavíkingur, flutti til Havnar í 1960 og fór í læru sum bakari í Køkubúðini. Hann hevur avbera fjølbroytta bakgrund, seinni arbeiddi hann m.a. hjá svágrinum Bjarnvarði í Dali, har hann arbeiddi við saniteti. Hann arbeiddi eisini hjá Auto Service, so eitt slag av maskin- og bilmekanikara er hann eisini.

Smíðikynstrið lá í hondunum og hann fór seinni at hjálpa pápanum, kenda bátabyggjaranum Andreas Hammer, at smíða bátar. Beiggi Súna, Kaj, fór eisini at byggja bátar og hevur umframt hópin av kappróðrarabátum bygt stóra teináringin, sum liggur við Høgukai. Súni arbeiddi eisini í nøkur ár hjá Jóannes Vang, timburmeistara.

Barnagarðurin við Velbastaðvegin var liðugur á sumri 1973. Hans Hilmar Dam smíðaði. Tá vóru tveir bygningar við tveimum leiðslum, ein vøggustova og ein barnagarður. Í 2006 bleiv samanlagt til ein stovn, tá stásiligi millumbygningurin, sum MAP arkitektar teknaðu, varð gjørdur.

Tá bygningarnir vóru um at verða lidnir, fekk Jóannes Vang ábyrgd av at samla møblarnar. Hann gav beinanvegin Súna uppgávuna. Og Súni loysti hesa uppgávu so meistarliga, at tey vildu ikki avaftur við hann og hann fekk boðið fast starv. Og síðan tá hevur hann smíðað og pjøssað og umvælt, so stovnurin í dag er ein av teimum best røktu í kommununi.

- Tað er ikki á hvørjum degi við takka fyri 40 ára trúgva tænastu, og ikki er tað við sørt av sorgblídni, vit siga tær farvæl. Vit harmast um at missa teg sum húsavørð, men vit gleðast tína vegna um høvið tú nú fært at njóta familjuna og tíni frítíðarítriv, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði gávu og blómutyssi.

At enda avdúkaði borgarstjórin, at hann hevði gjørt eina undirhondsavtalu við Súna um, at hann ikki kvetti so brátt, men at hann í serstøkum førum fór at verða til taks at rætta eina hond av og á.

Sera nógv fólk, starvsfólk, avvarðandi og onnur, vóru komin saman til hugnaligu samkomuna fríggjakvøldið.