Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Súni í Hjøllum lærari 60 ár

Fríggjadagin 24. juli verður Súni í Hjøllum seksti ár. Hann tók prógv á Føroya læraraskúla í 1979. og var - til 2007 - lærari í Fuglafirði, har hann - fyrst var vanligur lærari til í 1987 . Hareftir fyrst fyribilssettur skúlastjóri í 1987-88 og síðani sum skúlastjóri frá 1989 – 2007, tá hann fekk lærarastarv í Klaksvík, har hann farna skúlaárvarð kosin ársins lærari farna skúlaár, og tað man gleða mong, sum eisini skilja, hví so er.

Sjálvur kom eg úr Danmark í 1982 eftir 13 ára læraravirki har, og lærdi skjótt at kenna henda sera dugnaliga og samvitskufulla unga mannin, ið strálaði av orku og positivum vilja til at hjálpa og stuðla, tá ynski var um tað ella bara høvi var til tess.

Sjálvur var eg nógv ár í nevndini í lærararáðnum, tímatalvuleggjari og skúlavegleiðari, so eg kom honum nær og upplivdi, at hann var heilur og sælur í øllum samanhangum. 

Hetta vórðu góð ár við skúlan: góðir næmingar bæði úr Fuglafirði, Leirvík og Gøtu – ein linni fyri sál og likam – eitt satt vælsignilsi fyri meg og flest onnur, ið fingu ta gleði at verða starvsfelagar hansara. Takk fyri Súni og øll hini, ið virkaðu við til at lívið gjørdist gott og innihaldsríkt.

Súni hevur annars verið virkin maður uttan fyri skúlagátt m.a. verið bygdaráðalimur í Nes kommunu síðan 1984, limur í Landsskúlaráðnum, í Føroya Kirkjustjórn, Landsskattaráðnum og Landsskattanevndini. 

Í politiskum høpi hevur hann eisini bæði verið formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í mong ár, og annars umboð fyri Eysturoynna í aðalstjórnini. Ein sera virkin, positivur og vinarligur maður.

Góði Súni við húski, eg og mítt hús takka tær fyri, at tú ert tann tú ert . Vit ynskja tær og tínum hjartaliga til lukku við degnum og Guðs signing á vegnum víðari fram inn í ta ókendu framtíð.

Dagfinnur Danbjørg.