Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunneva Gram fylti 100 ár í gjár

Sunneva, sum er ættað av Sandi, er ein kend býarmynd í Havnini, bæði sum sjúkrasystir og sum handilskvinna. Ein lítil hátíðarløta var á Ellisheiminum í Havn seinnapartin. Sunneva hevur seinastu 10 árini búð á Ellisheiminum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var og heilsaði uppá og ynskti tillukku. Hann segði m.a., at  Sunneva og maðurin Ove Gram vóru býarmyndir øll dreingjaárini.

- Eg haldi øll í býnum kendu hesa dámligu sjúkrasystrina heiman av Sandi, ið sum 18 ára gomul fekk eina harða byrjan millum tuberklasjúklingar á Sanatoriinum, men tíbetur kortini valdi at gerast sjúkrasystir. Mong minnast teg eisini sum sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum, segði borgarstjórin.

Heðin Mortensen nevndi, at Ove var ættaður úr Pæsastovu, har tey búðu eitt skifti. Hann kom eisini inná, hvussu kend Sunneva gjørdist eftir 1969, tá hon hevði latið upp handil á gamla Hotel Thorshavn, har hon seldi arbeiðsklæðir, sum annars bara kundu keypast uttanlands.

- Vit minnast, at tú seldi eitt nú kitlar til sjúkrasystrar og frisørdamur og eisini ketildraktir.

Eftir hetta fekst onki arbeiði frá hondini, uttan so at havnarmenn vóru í ketildrakt! Og kitlarnir gjørdust so vælumtóktir í Føroyum, at havnarkonur eftir hetta næstan ikki kundu elta eitt knetti ella baka pannukøkur, uttan at vera í kitli frá Sunnevu Gram, segði borgarstjórin.

Sunneva hevði handil líka fram til 1995, tá dótturin Marja tók yvir og handilin bleiv mótahandil, sum í dag eitur Fljóðið.

- Ova kendu vit væl. Hann var politistur, so tað stóð ikki so lítil respekt av honum - men vit dreingir vistu, at aftanfyri politistabúnan fjaldi seg ein skilamaður, tí Ove var eisini skóti. Og ein skóti var ein skóti, politistur ella ikki. Eg var og vitjaði í skótahølunum hjá Skótaliði Sigmund Brestissonar nú ein dagin, felagið hevði 90 ára føðingardag. Har var ein sera áhugaverd myndaframsýning, m.a. góðar myndir, har Ovi skipaði fyri úti í náttúruni í fullum skótabúna, segði borgarstjórin.

Hann legði aftrat, at fólk sum Sunnevu og Ova minnist ein aftur á við gleði og virðing. Hann bar góða heilsu frá Tórshavnar býráð og ynskti hjartaliga tillukku við stóra føðingardegnum.

Sunneva eigur døtrarnar Annlisu, Ásu og Marju, 6 ommudøtur og 10 langommubørn.