Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunneva Háberg Eysturstein verður valevni fyri Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 30 ára gamla Sunneva Háberg Eysturstein verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.  

Sunneva stillaði upp fyrstu ferð til løgtingavalið í 2011 og hon var eisini valevni til kommunuvalið í 2012.

-Eg ynski eitt samfelag, sum hevur rúmd, jøvn livikor og jøvn rættindi fyri øll menniskju. Eg haldi ikki, at landið kann taka avgerðir og smíða lógir fyri, hvussu fólk velja at liva sítt lív. Egnar avgerðir, ið ikki skaða onnur, eiga ikki at vera revsiverdar, og ein eigur ikki at vera fyri mismuni, tí at ein livir øðrvísi enn onnur – um ein hevur valt tað ella ikki. Tað er fyri meg veruligt persónligt frælsi.

-Vit skulu hugsa um ta stóru myndina viðvíkjandi framleiðslu og vøksturi: Hvat vit eru sum samfelag í heiminum, og hvat fyri vøkstur, vit ynskja, í mun til hvønn kostnaða, hann hevur á øðrum økjum. Sum ein tjóð millum aðrar tjóðir er tað okkara ábyrgd at hugsa burðardygt – ikki bara í egnum landi, men sum partur av heiminum.

-Harumframt ætli eg at arbeiða fyri, at vit tora at standa fram og taka lut í tí vælferðaravbjóðing, ið er við at kollvelta heimin. At vit tora at fyrireika okkum til at taka ímóti øðrum menniskjum, áskoðanum og átrúnaðum og síggja tær positivu síðurnar av fjølbroyttum fólkaslagi, og hvussu hetta fjølbroyni mennir okkum.

Eitt tíðarhóskandi samfelag er fyri mær, at vit miða ímóti fullveldi í øllum tí, vit gera, og at vit í hvørjum stevi sniðgeva skipanar, ið eru óheftar av ríkisfelagsskapinum.