Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Súsanna Køtlum stillar upp til komandi løgtingsval

Framsókn skal boða frá, at 38 ára gamla Súsanna Køtlum verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. 

Súsanna hevur einaferð áður stillað upp fyri Framsókn, tað var til kommunuvalið í Tórshavn í 2012.

 -Eg meti Framsókn sum ein frameftirlítandi flokk, umboðandi hugsjónina um at pláss og rúmd skal verða fyri okkum øllum.

-Fyri meg hava umhvørvisspurningar alstóran týdning, tí alt sum vit gera í dag, fær týdning fyri okkara eftirkomarar.

-Eg síggi fyri mær einar grønari Føroyar, bæði við atliti til orku, vanligum brúksvørum og ikki minst vistfrøði. Tað er hugaligt at síggja, at rákið við dyrka grønmeti og blómur her á landi, er um at taka dyk á seg. Gamaní, hetta byrjar í tí smáa, men hevur nógv størri týdning fyri okkum øll, enn vit geva okkum far um.

-Vit hava eina stóra avbjóðing fyri framman. Tað er at laga til skipanir, ið lofta teimum veikastu, sum eisini hava uppiborið ein virðiligan gerandisdag. Her vil eg geva mítt íkast til einar tíðarhóskandi Føroyar.