Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Súsanna Olsen verður valevni fyri Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 55 ára gamla Súsanna Olsen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.  

- Eg meti, at við mínum fakliga førningi, við útbúgving innan stjórnmálafrøði, sálarfrøði og leiðslu umframt mínum lívs- og arbeiðsroyndum, serliga innan undirvísing, uttanlands og innanlands, kann gera ein mun.

- Míni politisku áhugamál fevna breitt, men yvirskipað meti eg, at vit skulu raðfesta at brynja samfelagið til framtíðina. Tað sum er farið er farið, og vit kunnu ikki gera so nógv við hetta. Nakað hevur gingið væl, og onnur ting kundu verið handfarin meira skilagott. Hinvegin hava vit øll tapt, um vit verða hangandi í kjakinum um, hvat vit áttu at gjørt, sigur Súsanna.

- Mest umráðandi er, at reflektera yvir hví tað gekk sum tað gekk; læra av teimum mistøkum, sum higartil eru farin fram, og so at hyggja frameftir. Eg gangi inn fyri vælumhugsaðum, pragmatiskum og realpolitiskum loysnum, har so nógvir flokkar sum gjørligt, stuðla undir haldgóðar avgerðir ið skulu takast, eisini tær ópopuleru, sum politiska valdið, so ella so kemur at taka støðu til, sigur Súsanna Olsen at enda.