Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Formaðurin fyri lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Johan Petersen, metir tað rættast, at suspendera kringvarps-journalistarnar aftaná dómin.

Suspenderið dømdu kringsvarpsfólkini!

Kringsvarpsstýrið skal hava fund, har dómurin í tollmálinum skal eftirmetast. Tað áliggur stýrinum ein sera týðandi uppgáva: at royna at endurskapa trúvirðið á Kringvarpið. 

Hóast alt fleiri og fleiri hava rópt varskó um misnýtsluna av tí trúvirði, sum fyrst Útvarpið og síðan Sjónvarpið og at enda samanlagdi stovnurin Kringvarpið í út við 60 ár hevur upparbeitt, og sum seinasta uml. 2 árini skammiliga hevur verið misnýtt av nýggju leiðslu KvF´s, hevur hetta á ongan hátt rinið við KvF. 

Má ikki vera subjektivur
Nú er so staðfest við dóminum í tollmálinum, at hesi varskó ikki vóru tikin úr leysari luft, men vóru røtt.

Var sjálvur útvarps- og sjónvarpsnevndarformaður síðst í 90´unum og alla ta tíðina eins og undan og aftaná var grundreglan í allari leiðslu av stovnunum, at stovnarnir hvørki máttu haldast og enn minni vera subjektivir í síni tíðindatænastu.

Kringvarpið politiska dagsskrá
Hendan grundreglan hevur eftir meting hjá alt fleiri og fleiri ikki verið hildin í fleiri ár og hetta er nú eisini staðfest av Føroya Rætti. KvF hevur tíðiliga havt eina politiska dagskrá, sum hevur skatt trúvirðið í ein katastrofalan mun.

Tað er tí nú uppgávan hjá stýrinum at royna at bjarga tí, ið bjargast kann. Og hetta kann ikki gerast við, at sama leiðsla og somu tíðindafólk framhaldandi sleppa inn í hvørs mans stovu.

Suspenderið dømdu kringvarpsfólkini
Einasta rætta hjá stýrinum er, at tey dømdu verða suspenderað til ein møguligur apelldómur er fallin í Landsrættinum.

Johan Petersen