Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin og FSF Forsetin undirskriva sáttmálan.

Svangaskarð útbyggjast 21. desember 2011

Í gjárkvøldi varð samstarvsavtala millum Nes Kommunu og Fótbóltssamband Føroya undirskrivað.

Á samkomu á Svangaskarði í gjárkvøldi varð samstarvsavtala millum Nes Kommunu og Fótbóltssamband Føroya undirskrivað. Avtalan hevur við sær, at umstøðurnar á økinum verða nútímansgjørdar.

Í fyrstu atløgu verður nýggjur graslíksivøllur lagdur á, har grasvøllurin á Svangaskarði er í dag. Byggisáttmáli er gjørdur við SP/f JHR Entreprenørar um at fyrireika undirlendið til nýggja graslíkisvøllin. Hetta arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl næsta ár og síðani verður farið undir at leggja sjálvan graslíkisvøllin á.

Eftir ætlan skal alt arbeiðið, við nýggja graslíkinum, verða liðugt 1. mai komandi ár.

Sáttmálin fevnir eisini um út- og umbyggingar av felagshúsinum á Svangaskarði. Í løtuni verður hetta arbeiðið projekterað, og er tað Teknistovan í Gøtu, ið stendur fyri tí arbeiðinum.

Útbyggingin á Svangaskarði verður fíggjað við stuðuli frá UEFA. Fótbóltssamband Føroya hevur í tí sambandinum játtað umleið 12 mió. krónur til verkætlanina á Svangaskarði.

Kelda: www.nes.fo