Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Svindlarir hava jól og góðar dagar - fólkið betalir

Ófatiligt at fjøldin ár eftir ár bara tigandi finnur seg í, at politiski myndugleikin í praksis góðtekur brot á galdandi viðtøkur, brot ið verða framd við vinningi fyri eyga. Eisini risastórum vinningi, sum annars átti at komið fjøldini tilgóðar. Tað er sum um, at myndugleikarnir spæla við og á einhvønn hátt fáa samsýning fyri vísta vælvild.

Fjøldin má organisera seg og vísa tenn. Tey fólkavaldu saman við viðkomandi myndugleikum, ið eiga at fáa og halda skil á, mugu fáa eitt ófrávíkiligt krav um, at alt fíggjarsvik, ið kann steðgast, fær mønustingin í stundini. Og um onkur av áðurnevndu hevur viðvirka til svindilin, so eigur viðkomandi at verða vístur út í myrkri skjótast tilber.

Nøkur svindlaraumráðir, ið fult fokus eigur at vera sett á, og har hamarin eigur at falla, eru:

Strámannavirksemi – 3-mannanevnd við vælkvalifiseraðum fíggjarfrøðingum kannar fíggjarviðurskiftini - har talan kann vera um strámannavirksemi - og ger neyðugar niðurstøður.

Mvg/ – landsumfatandi kanning av øllum mvg-viðurskiftum – vælkvalifiseraðar kanningarnevndir, ið eisini studera konkursryttarínum 5 tey seinastu árini og gera almenna frágreiðing um skilið, verða settar.

Kanning av sjálvuppgávum – 'stikprøvar' verða tiknir.

Skattaskjól –vit mugu fáa danir at hjálpa okkum við at kanna føroysk viðurskifti í skattaskjólum, tá teir álíkavæl kanna síni egnu kring knøttin– tí tað gera teir, sum er, bæði væl og virðiliga.

Kanning av viðurskiftunum hjá føroyskum arbeiðarum uttanlanda – sínámillum avtalur. Kunnu tær verða gjørdar øðrvísi og betri fyri land og fólk?

Alt í alt snýr hetta seg um 100-tals mill. kr., sum føroyska fjøldin má vera fyriuttan, sum er.

Kanska átti TAKS at verið rivið upp við rót og plantað umaftur av nýggjum, soleiðis at allur skattur, ið eigur at koma inn, eisini ger tað.

Sum vit eisini til fulnar hava hoyrt og sæð síðstu tíðina, so valdar óskil heilt upp í landsins hægsta stýri. Fyriuttan at sannleikin hevur trong kor, so verða sersømdir stroyddar út millum vinir: lukrativ eftirlønarskipan, koyripengar í luksusklassa bert fyri at nevna dømir. Og óskil er svindlaranna ynskistøða, tí tá hava teir frítt spæl. Av somu orsøk er alneyðugt, at vit standa saman – og skjótast gjørligt - bjóða óskilinum av og byggja neyðugar forðingar fyri einum framhaldi.

Fíggjarligi vinningurin av einum reinførispolitikki eigur at koma vanliga fólkinum til góðar evt. sum skattalætti.

Kanska er loyvt at leggja aftrat, uttanfyri frammanfyri umrødda temaið, at eg fyri nøkrum døgum síðani hoyrdi frásøgn um, at danskir húsarhaldsvøruprísir lógu 30% omanfyri vøruprísirnar í grannalondunum, og at vit í Føroyum liggja 30% omanfyri donsku vøruprísirnar. Men prísansarir eksistera ikki. Politiska skipanin friðar sínar vinir, og fólkið betalir einar 30.000 - 50.000 kr. pr. húsarhald um árið. Í hesum sambandinum eiga kanningarfólk og prísansingarfólk at verða útnevnd og sett til verka í dag heldur enn í morgin.

Vit eru vitandi um tann serføroyska vina- og kenningapolitik, og vit eru eisini vælvitandi um, at teir smáu tjóvarnir verða hongdir, meðan teir stóru sleppa at renna, har teir finna tað fyri gott. Fólkið kann steðga hesum ólíkindunum.

Við vón um, at fólkið samlað og aktivt krevur neyðugu broytingarnar í stundini og ikki víkir ein tumma fyrr enn skil er komið á í tí umfatandi og ótolandi óskilinum.

Dagfinnur Danbjørg.