Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Syndarlig ferðsluvanlukka á Argjum í nátt

Kl. 03:16 í nátt fekk alarmsentralurin fráboðan um eina álvarsliga ferðsluvanlukku á Støðlagøtu á Argjum.

Ein bilur við 4 ungum fólkum í koyrdi eftir Traðargøta oman móti Støðlagøtu. Bilurin fór oman av vegnum áðrenn Sandágøtu og endaði niðri á Støðlagøtu.

Ein 17 ára gomul genta, sum var passagerur í bilinum, doyði á staðnum. 3 ungir mans eru fluttir á Landssjúkrahúsið. Teir 3 eru innlagdir til kanningar, men sum skilst er helst ikki talan um álvarsligar skaðar.

Politiið kannar nú orsøkina til óhappið.

Tey avvarðandi eru kunnaði, upplýsir løgreglan í teldurævi klokkan 13:19 í dag.