Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Systrar við power

- fløgan við systrunum er onki minni enn eitt tónleikaligt meistaraverk!

At tað so er eydnast teimum, at fáa tað besta av tí føroyskur- og útlendskur tónleikur hevur at bjóða, fær alt bara at fara upp í eina hægri eind.

Eg havi ikki verið nógv knýttur at andaliga tónleikaumhvørvinum seinastu árini, men eg ivist onga løtu í, at samkoman hjá systrunum: Annu Sofíu, Margit, Lindu og Rakul hevur givið teimum gott í “beinini.”

Tær er døtrar hjá kenda Theodor ella Teddy, sum vit kenna hann best, sum hevur givið nógv gott út og er ongin um, at hetta hevur givið teimum góðan íblástur.

Eg havi fylgt við áhuga, hvussu tey eru komin til hesa fantastisku útgávuna, sum vit sita við og njóta.

Tað mær dámdi sera væl í GMF var, at tær høvdu gjørt eina uppgerð sínámillum, at tann fíggjarliga avbjóðingin skuldi leggjast í fastar rammur, so tað ikki skuldi leggja fót fyri listarliga partinum – FLOTT

Ongin ivi er um, at tær hava megnað og torað, at á hesi teirra felags uppgávuni skuldi allur skarin fáa nakað fyri pengarnar – tað er væl og virðiliga frágingið.

Tær komu eisini inn á hetta við, um hetta var ein andalig útgáva burturav, sum tær hegnisliga svaraðu við, at hetta var ein útgáva, sum hevur verið arbeidd við í langa tíð og skuldi rúma tí, tær høvdu upp á hjartað – tað er sanniliga eydnast!

Nú eg siti og hoyri fløguna, kom eg at hugsa um, hvussu langt føroyski tónleikurin er komin, tí løgini eru so væl frágingin og tekstirnir eru væl og virðiliga skrivaðir, at ein og hvør kann taka alt hetta til sín.

Skal eg koma inn á tónleikin er tað heilt fantastiskt at hoyra strúkararnar á til dømis fimtu skeringini – altjóða!

At tær so eisini taka onkran meira væl kendan, sum “Breið Vendarveingjar Tínar” við gevur eisini boð um, at tað er okkurt, tær vilja hava okkum at halda fast í.

Og so fara vit eisini yvir í góðan eksperimenterandi stíl á skering sjey, sum aftur gevur kensluna av góðsku og at tær hava hug til at føra okkum inn í nútíðina – GOTT!

Jú, sanniliga ein fløga eg fái eina góða kenslu av og er tað serstakt, at tær hava megnað at fáa teirra boðskap fram og at hesin eisini gevur rúmd fyri veruligum listarligum avriki – FLOTT!

Tað er hóskandi, at geva Jákupi Zachariassen rós fyri hansara hepna avriki – enn einaferð!

At tær eisini hava givið Teddy eitt pláss, er eisini fínt!

Fríðálvur A. Jensen