Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá álitið á myndugleikarnar fíkur við vindinum

Dan Klein --- 16.09.2018 - 09:03

Í Danmark klára fólk at skifta orð um alt møguligt, men í Føroyum eru vit seintfatandi, og summi eisini nokkso fordummandi loyal í móti myndugleikum, sum svíkja ferð aftaná ferð. Tað er ikki av ongum Korruptiónsløgreglan hjá Europaráðnum, Greco, hevur sett sær fyri at kanna Danmark.

Greinað og skrivað av Dan Klein, journalisti:

Mangt og hvat verður tikið upp at venda á Facebook, sumt áhugavert, annað er so minni áhugavert, og viðhvørt kemur bland í hvat tað heila snýr seg um. Summi vilja ikki tapa ein orðadrátt til annan, og royna av øllum alvi at skifta spor fyri at krógva sína egnu ómegn. 

Vit hava eisini "PRESSUNA", sum bræneggjað blandar seg uppí, tá ið tey halda seg hava allan rættin á sínari síðu, men so skjótt tey eru skotin niður í orðaskiftinum, verður ikki skift spor. Nei. valt verður bara at tiga, tí er vandi á ferð, skiftir eingin orð um nakað, sum helst, tí uppfatanin er, at tað merkir veikleiki, tó at fólkaræði takserar ósemjur, sum nakað sunt, ið øll júst eiga at hava eina meining um.

Eisini PRESSAN, men tað skal vera uppá teirra serligu treytir um stýring.

Tá eg í gjár hevði eina meining um sending í SvF, har ein danskur rithøvundur, bara hevði eina einsíðuga fatan av einum donskum amtmanni, meðan viðkomandi hunddálkaði Niels C. Winther, sum blaðstjóra, hendi tað, at ein, sum var ósamdur við mær, valdi at skriva hetta undir tekstin: 

Dan tú dømur áðrenn at nakar er ákardur. Rættarsamfelagið er
1. Skuldsettur
2. Ákardur
3. Dømdur

Kanska tú hevur eina aðra taksonomi, varð skrivað.

Mítt svar var, at eg hevði avgjørdar meiningar, men tryggjaði mær at hetta var væl og virðiliga skjalprógvað, og so vísti eg til tær greinarnar, sum eg nú fari at lýsa nærri, og segði honum annars, at tað hann segði, onki hevði við evni, vit skiftu orð um á Facebook, at gera.

Sjálvt um hetta var óviðkomandi fyri evnið, so var tað kortini áhugavert, tí í Danmark smæðast tey ikki fyri at skifta orð um løgreglu og dómstólar. Har er man samd um, at fleiri keðilig mál, so sum Tibet-gølan, Hvítvaskingin hjá Den Danske Bank, og m.a., er ikki við til at hækka, og  stuðla uppundir áliti á almennar stovnar, og peningastovnar.

Øll vóru samd um, at skuldi eitt fólkaræði rigga, so var neyðugt at hava hetta álit á hvønn annan. Formaðurin í politistafelagnum tók dømir upp um, at tað virkaði býtt, at børn komu heim úr skúlanum, og "forklaðaði" ein lærara fyri hetta og hitt, og at foreldrini, so møttu upp á skúlanum, og kravdu eftirlit við hvat lærarar tókust við.

Men hann viðgekk, at tað eisini vóru sakir, sum gjørdu, at myndugleikar ikki livdu upp til hetta álit.

Lat okkum so vísa til linkin:

Korruptionspolitiet Greco bekæmper snyd og bedrag, har flere ganga henvendt sig kritisk overfor Danmark, om korruption imellem politikere, dommere, og anklarere inden for retsvæsenet.

Tað er ikki av ongum, at hetta hendir. Korruptiónsløgreglan hjá Europaráðnum, tekur ikki einkultsakir upp, men ger sínar kanningar á einum breiðum grundarlagið, og sum sjálvandi eisini vísir myndina: Mange bække små, bliver til er stor å.

Eg havi seinastu tíðuna víst til nakrar Brellibitar í samband við bókina, eg skrivi. Hetta vísir, og prógvar, at tað er og hevur verið heilt galið við júst teimum stovnum, politisku skipanini, dómarum, og ákærum, sum  "Greco" kannar. Danmark hevur sett alla sína rættarskipan yvir stýr. Tað ringasta av øllum, Roynt verður eisini, at kvala pressuna, og tað síggja vit jú best í Føroyum. PRESSAN torir ikki at taka evnir upp, sum veruliga eru prinsipiell fyri eitt fólkaræði.

Brellbitarnir vísa, at ein dómur er ikki altíð bara ein dómur, sum skal virðast. Nei. Hesir brellbitar prógva, at sjálvt um Edith Joensen, á Tvøroyri, hevur upp í leypar av dómum um, at hennara sak um hjúnarskilna er endaliga avgreidd, so er tað ikki rætt, sambært dómstóli, og dómara:

Úr greinini um hendan hjúnarskilna: 

Skiftirætturin leggur eisini avrit av brævið hjá sær sjálvum til Presidentin í Eystara Landsrætti, sum var dagfest 16. Juli 2003, saman við skjølum. Somuleiðis leggur Skiftirætturin avrit av úrskurðinum hjá ØL, dagfest 19. August 2003, 18. November 2003, og 2. Februar 2004.

Og so skrivar Skiftirætturin eisini í brævinum til Ríkisumboði, sum er dagfest 21. Juli 2004:

“...Det skal samtidigt bekræftes, at der ikke efterfølgende er sket nogen realitetsbehandling af ægtefælleskiftet...” Citat slut

Edith fekk ongatíð eina realitetsviðgerð í Skiftirættinum!!!

Staðfestingin kemur sostatt 17 ár aftaná hjúnaðarskilnaðin í 1987, tá Skiftirættur, Fútarættur, sorenskrivarar, tveir advokatar, dómarar í landsrætti, og longri uppi, allir siga, at málið var avgreitt!?

-------

Og lat okkum so koma til Globalgøluna, og lýsa hana eisini. Men fyrst havi eg hug at nevna, at løgreglumaðurin, Thorvald Hesselholt, bað um fund við meg á fútaskrivstovuni undir skipagøluni. Tað fyrsta hann segði, var:

Jeg forstår ikke de dommere. Vi har alle beviserne på, at det du skrev var rigtigt, og so peikaði hann á ringbindini í rúminum:

Men aftur til brellbitan:  

Loan agreement P/R
Skjalið viðvíkur láni uppá 2.000.000  DM til partsreiðararnar í P/R Global Sand ella P/R Global South, ið áttu skipini Sandy Island og Southern Island  
Skjalið var undirskrivað 30. desember 1983.

Tað er einki í hesum skjali, ið bendir á, at talan er um eitt lán, ið ikki skal gjaldast aftur. 

Skjalið gevur onga ábending um, at talan var um eina gávu, men heldur um eina serliga konstruktión, har eginpeningurin er bygdur inn í sjálvt keypið. 

Lánið var at finna í roknskapinum fyri 1985 hjá lánsveitaranum, men var eisini í 1985 roknskapinum niðurskrivað til 1 DM.

Hetta prógvar, at ákæruvaldið, og dómsvaldið var partur í skipagøluni, og teir persónarnir, sum jaktaðu meg í meira enn trý ártíggir, allir vóru við í "komplottinum", men teir gingu eisini allir aftur í sakini hjá Edith Joensen, sum tann dag í dag, ikki hevur fingið sína sak realitetsviðgjørda í Skiftirættinum.

--------------

Har er so ein annar brellbiti um ta ferðina, landskassin misti 60 milliónir, í sokallaða IRF fuppinum.

Brellbiti 3: Lánið, ið IRF tók í 1988, var ólógligt, tí ein lániheimild, sum er brúkt einaferð er úttømd. Tað er sera merkiligt, at hetta er komið í gjøgnum í Hollandi uttan so, at ein føroyskur advokatur hevur givið eina skeiva “legal opinion” við vilja, upplýsti Kristoffur Thomassen, stjóri í løgtinginum, á skrivligum grundarlagi, longu 14. Februar 1997 í viðmerking til § 19-Nevndina, sum skuldi kanna kriminalitetin í áttatiárunum. 

Tær 60 milliónirnar, talan er um, veit eingin hvar endaðu. Danski staturin lánti landsstýrinum peningin fyri marknaðarrentu, og soleiðis gingu teir seku í ráninum fríir.

Tá hetta er støðan, gevur tað lítla meining at skifta orð um mannagongdir sum: 

1. Skuldsettur
2. Ákardur
3. Dømdur

Og so eisini krevja, at slíkt skal virðast, tá fólk hava skildu til at tala í móti slíkari korruptión, har embætisfólk tíðuliga hava drigið statin upp í gølurnar, og tí skal nógv til, áðrenn álit aftur kann vera á lands, og statsstovnar.

Men áhugavert, at skifta orð um. Bara spell, at PRESSAN ikki torur, men ræðist bæði sín egna skugga, og tann innara svínhundin.

Men hetta kann henda, tá álitið á land og stat fíkur við vindinum.

Korruptionspolitiet Greco bekæmper snyd og bedrag, har flere ganga henvendt sig kritisk overfor Danmark, om korruption imellem politikere, dommere, og anklarere inden for retsvæsenet.

Álit er nakað, sum  verður latið hvørjum øðrum, men sum ikki øll hava uppiborið.

Lat okkum vóna, at Greco rættar Danmark eina hjálpandi hond.

Leinkjur til aðrar Brellbitar:

http://www.oyggjatidindi.com/avduking+danski+staturin+var+vid+i+coverup.html

http://www.oyggjatidindi.com/brellbitin+2+hjunarskilnadur+fekk+onga+realitetsvidgerd+i+skiftiraettinum.html

http://www.oyggjatidindi.com/irflanid+sum+i+veruleikanum+var+eitt+ran.html

Korruptionspolitiet Greco bekæmper snyd og bedrag, har flere ganga henvendt sig kritisk overfor Danmark, om korruption imellem politikere, dommere, og anklarere inden for retsvæsenet.

Her er leinkja til Berlinske Tidende:

https://www.b.dk/globalt/korruptionspoliti-er-bekymret-over-danmark-og-skaerper-sag