Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her verður avtalan um, at Dimma keypir Vinnuvitan og Vikublaðið, staðfest.

Tá Árni varð sendur í býin at keypa partabrøvini hjá Dimmu

Tað var Árni Gregersen, sum skuldi sleppa Dimmalætting undan húsagangi, sum fekk til uppgávu, at royna at útvega samtakinum tey 25 prosentini av partabrøvum, sum Dimmulingarnir manglaðu.

Grein í Oyggjatíðindum 4. oktober 2013:

Handilsliga varð hetta sett saman við Vinnuvitanum, Vikublaðnum og viðhang, sum gamli Eik-banki royndi at selja Dimmu fyri at fáa fatur í virðum, sum Dimma átti, tá virksemi hjá Óla á Deild Olsen, ikki kláraði avdrøgini.

Vit hava fyrr víst á, at tað var táverandi Kaupthing, sum bjóðaði Vinnuvitanum, at keypa Vikublaðið. Prísurin var mettur til 12 milliónir. Fyri fólkini aftanfyri Vinnuvitan, var hetta atraktivt, tí ongin trygd var kravd fyri láninum.

Trupulleikin kemur til sjóndar, tá í Kaupthing stingur halan millum beinini úr Føroyum, og selir gesheftina til gamla Eik Banka, sum alt ov seint finnur útav,at Vinnuvitin ikki evnar at gjalda avdrøgini, og trygdin er ongin.

Fyri gamla Eik eru góð ráð dýr, og so verður farið eftir Dimmuni, sum eigur ein umsitingarbygning, sum kundi verið ein góð trygd, og soleiðis fær Eik fatur í bygninginum. Men Eik veit eisini, at Dimmulingarnir vildu hava fatur í partabrøvunum – heili 25 prosent, sum gamli fíggjarstjórin, Petur F. Christiansen, gjøgnum árini hevði keypt.

Í seinastu viku skrivaðu vit um ta ferðina, Petur ætlaði at keypa partabrøvini frá Beate L. Samuelsen, sum svaraði nei: Hvat heldur tú, abbi hevði sagt:

Maðurin, sum nú ikki væntaði, at sleppa av við síni partabrøv, Petur F. Christiansen, gjørdist ikki sørt bilsin, tá Dimma sendi sína kanón á gátt. Ørindini hjá Árna Gregersen, vóru, at keypa tey 25 prosentini, sum Petur F. Christiansen átti.

Seinni bleiv Petur F. Christiansen, spurdur, hvussu nógv hann fekk fyri partabrøvini, men hann noktaði at nevna upphæddina, men segði kortini, at hann hevði fingið nokk.

Tað gekk tó ikki long tíð, til Dimman koppaði, og tað endaði við, at Eyðfinn Reyðberg, sum mátti frá, sum sparikassastjóri í Klaksvík, keypti Dimmuna, helst fyri lítið og lætt.

Hetta var søgan um, tá Árni varð sendur í býin at keypa partabrøvini hjá Dimmu.