Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá bókin, Exodus var løgd fram

Tá bókin, Exodus var løgd fram hjá Østrom mikudagin, høvdu hesir orðið: Dánjal Poulsen, Svenning á Lofti, Óli Jacobsen og Zakarias Wang høvdu orðið. Heine Lutzen sang.

Niðanfyri hava vit presentatiónina hjá Zakarias Wang:

Framløga av Exodus í Öström mikudagin 26. november 2014

Vegna bókaforlagið Varðan og Vinafelagið Føroyar-Ísrael skal eg bjóða tykkum øllum vælkomnum til framløgu av føroysku týðingini av bókini Exodus. Serliga skal eg takka Svenningi av Lofti fyri at hann vildi siga nøkur orð, og Heina Lützen fyri at hann við stuttari freist vildi syngja nakað fyri okkum.

Langur hevur vegurin verið fram til henda dag, men nú málið er rokkið er øll orsøk at fegnast um at vit eru komin á mál og skal eg takka teimum, sum hava verið við í hesum mikla verki.

Fyrst og fremst skal høvundurin Leon Uris fáa tøkk fyri at hava skrivað hesa bók, har hann á so hugtakandi hátt megnar at greiða frá tí stóru hending, at tann forfjónaðaða jødatjóðin megnaði at fáa sítt egna ríki. Sjálvur havi eg verið í Auschwitz í 1963 og sæð hvat ið har fór fram fyri 1945, og tá ber betri til at skilja hvussu stórt undrið var sum hendi í 1948 tá jødastaturin gjørdist veruleiki.

Harnæst skal eg takka havnarkonuni Bergtóru Justinussen, sum fyri meir enn hálvari øld síðani fór undir at týða hesa bók til okkara fagra mál. Hetta er eitt ótrúligt avrik, og hevði hon ikki gjørt tað, hevði eingin annar átikið sær at gjørt hetta mikla verk.

Harnæst skal eg takka Sveini Ísheim Tummassyni fyri at hann vildi átaka sær at fara afturumaftur alla týðingina. Sveinur hevur miklan førleika í mongum málum, og hann kundi tí samanbera upprunatekstin við ta donsku týðingina, og kundi rætta tey mistøk, sum danski týðarin hevði gjørt. Nú eftir at internetið er komið ber eisini til at kekka mong nøvn og annað, so at tey kunnu gerast røtt.

Tað ber tí til at siga, at Sveini fyri at takka er henda útgáva ein av teimum allarbestu týðingum, sum er komin út nakrastaðni í heiminum av hesi bók. Verk hansara var tó darvað av tí at hann hevði eina miseydnaða eygnaskurðviðgerð, og long tíðarskeið ikki sá nóg væl at lesa rættlestur, men tað javnaði seg tíbetur.

Harnæst skal eg takka Martini Joensen fyri, at hann hevur reinteknað øll kortini í bókini og sett nøvn á, sum eru sambært tí føroyska atlasinum. Hetta veksur munandi um virði av bókini.

Listamaðurin Edward Fuglø hevur teknað eina bæriliga kápumynd sum hann hevur lagt nógva umhugsan í. Tað takka vit honum stórliga fyri.

At enda skal eg takka virkinum Gramar fyri at tey hava havt tol við okkum í so mong ár og hava gjørt eitt so gott arbeiði. Somuleiðis takka vit Føroyaprenti fyri gott avrik.

Nú vil eg geva Bergtóru fyrsta eintakið av bókini. Ikki sær henda bók við sínum 600 síðum nógv út fyri verðini, men eins og Dávid var lítil tá hann fór ímóti Goliat, so vita bæði føroyingar og jødar, at smátt er gott, staðfesti Zakarias Wang.

Forlagið Varðin og Felagið Føroyar-Ísrael skipaðu fyri.

Bókin Exodus eftir Leon Uris kostar 275 kr.