Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í tveimum greinum í Oyggjatíðindum, hava vit kunnað fylgt við í hendingum, sum Súsanna Vígda, clairvoyantur, hevur verið úti fyri. Samband hennara við heimin hinumegin, spøkilsir, poltergeist. Samband hennara við deyðar ommur, abbar, foreldur, og hvat annað, talan kann vera um. Nú fer Vígda, at hava ein spurnarkassa í blaðnum einaferð um vikuna. Her er ætlanin, at lesarar kunnu skriva inn og greiða frá undarligum hendingum, sum Súsanna so hevur eina frágreiðing um. Í hesum fyrsta teigunum, hevur Súsanna Vígda, valt sjálv at greiða frá undarligari hending, tá hon, saman við tveimum døtrum sínum,  flutti saman við einkjumanni, sum eisini hevði eina dóttir.

Oyggjatíðindi 23. januar 2009
Súsanna Vígdá,  skrivar:

Fyri umleið trimum og einum hálvum ári síðani, flutti eg og tvey børn míni, saman víð nýggja manni mínum, ið var einkimaður, og dóttur hansara.

Vit høvdu verið so heppin, at finna okkum eina stóra fimm ver. íbúð beint út til eitt náttúruøki í Keypmannahavn.

Aftaná nakrar mánaðir í íbúðini, legði eg merki til, at hurðarnar í íbúðini til tíðir fóru upp og aftur, uttan at nakar var har.

Eg hugsaði ikki so nógv um hetta, fyrr enn eg byrjaði at leggja merki til, at tað altíð vóru tey kvøldini, maður mín ikki var heima. Maður mín er tónleikari, og spælir summi vikuskiftir.

Fór eg í song og lat hurðina til sovikamarið aftur, so beiv hon opnað, og stóð so á glopp. Hettar tóktist mær undarligt.

Men eg gjørdi einki við tað.

Tá ið yngsta dóttirin, gávudøttur mín, skuldi byrja í skúla, vóru vit foreldur og dótturin, boðin at vitja ein 0. klassa. Eg fór avstað við dóttrini, og fegnaðist um, at hon nú skuldi uppliva ein dag í skúlanum. 

Dótturin bleiv sett við eitt borð saman vid trimum øðrum børnum, sum gingu í 0.klassa. Meðan eg stóð og eygleiddi gentuna, varnaðist eg onkran,  stilla seg undir liðina á mær.

Eg túnaði inn á tann, sum stóð hjá mær, og tað komu tankar streymandi inn. “ Er dóttur okkara ikki dejlig, bleiv spurgt?”

Og samtalan bleiv við. 

Tann, sum stóð hjá mær, var mamman til dóttrina. So við eitt sigur hon: “ Mær dámar ikke, at tú letur hurðina aftur, tá ið tú fert í song, og Henrik ikki er heima. Eg koyri hana altið uppaftur!”
Tá fangaði eg hvør tað var, sum altið læt hurðina upp tey kvøldini, maðurin ikki var heima.

Nú kemur móðir dóttrina av og á og vitjar. Av og á hoyri eg lykil verða koyrdan í úthurðina, og ein kemur inn. Men har er eingin. Og so veit eg, at nú kom mamman á vitjan. Gloymi eg at lata hurðina verða opnað, so kann eg garanterða fyri, at hun verður latin upp.

- Hava tit upplivað tílikt? Ella nakað líknandi?