Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá fátækur gerst ríkur, gerst hann Fananum líkur

Og meðan mangur svangur er, vit kunnu setast niður her og fáa mat so hjartans glað,áh, Gud, vit takka fyri tað.

Hendan tøkkin er farin og fer dagliga úr mongum føroyskum heimum. Tí má tað skera fólk í hjarta at vita, at mong – alt ov mong av okkara landsmonnum, kvinnum og børnum av góðum grundum ikki kunnu syngja við, tí teirra fíggjarstøða ikki nøktar teirra grundleggjandi tørv.

Yvaleyst av peningi er annars til í samfelagnum sum heild, men ójavnt er býtt. Næstakærleikin røkkur í mongum førum ikki út um songarstokkin, so kristindómurin vísir seg bert at vera ein varrakristindómur: luft og vindfrikadellur.

Eg fari bert at nevna nøkur fá dømi um inntøkuríkidømi (eitt samlað yvirlit átti at verið gjørt av myndugleikunum):

Vikarierandi læknar kr. 60.000 u m v i k u n a. 

Stjórin á Havsbrún kr. 60.000 u m v i k u n a.

Uppsagdi bankastjórin kr. 60.000 u m v i k u n a í samfull trý ár

Og so eru tað tey fráfarnu landsstýrisfólkini, sum nú sita sum løgtingsfólk og fáa um 100.000 kr. um mðr.

Kanska átti ein procentsatsur at verið settur á sum gjald til ein fátækmannagrunn? Tí okkurt munagott eigur at verða gjørt, tað sigur seg sjálvt.

Tað er um at taka stríði upp, tí uttan svørslag sigrar óndskapurin. Og tað má ikki ske.

Dagfinnur Danbjørg