Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá flotin veksur verður minni í part

Útróðrarbátar í bólki 5B hava ongar fiskidagar eftir í ár. Hetta merkir, at um einki verður gjørt, so er teirra jólaferia longu byrja her í fyrru helvt juli mánaði. Tey somu sum hava ásett talið av fiskidøgum, royna nú av øllum alvi at finna loysnir, so at sleppast kann undan teirra egnu áseting.

Vit hava fyri stuttari tíð síðani havt eitt kjak um, hvørt tað er betri at brúka kvotur ella fiskidagar, fyri at avmarka fiskiskapin. Skulu skip og bátar fáa so og so nógv tons, ella skulu tey hava eitt ávíst tal av døgum at fiska í? Tað kjakið endaði við, at dagaskipanin varð vald fyri botnfisk á nærleiðum.
Og hvat so?

Nú eru tillutaðu dagarnir til ein ávísan bólk í hesum árinum brúktir, men eingin vil leggja bátarnar. Og tað er ikki løgið, tí tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at reka eina vinnu, sum liggur still helvtina av árinum. Men hinvegin mugu vit spyrja, hvat endamálið er við at áseta eitt dagatal, um tað ikki merkir, at bátarnir verða lagdir, tá dagarnir eru brúktir?

Bólkur 5B fekk 3552 fiskidagar í ár. Tað at hetta bara røkkur til hálvt ár merkir, at annaðhvørt má bólkurin fáa fleiri dagar (kanska sleppa at fiska frítt), ella mugu færri bátar vera í bólkinum. Triðji møguleikin er, at bátarnir á hvørjum ári verða lagdir tá dagarnir eru brúktir. Aðrir møguleikar eru ikki, um bólkurin skal vera partur av eini dagaskipan.

Ein gamal trupulleiki
Hetta við at hava ein størri flota enn hildið verður at veiðimøguleikarnir røkka til er ikki ein nýggj avbjóðing. Sama trupulleika vísti Búskaparráðið á í síni frágreiðing í juni 1998. Búskaparráðið skrivar tá:
”Tað er tí framvegis av størsta týdningi, at fiskiskapurin verður skipaður, so hann verður so kostnaðareffektivur sum møguligt og samstundis verjir fiskastovnarnar. Sannlíkt er, at sami fiskiskapur hevði kunnað verið við Føroyar við minni flota. Ein minni floti hevði havt við sær, at raksturin hevði borið seg betri.” 

Og so hendi tað
Landskassin rindaði árini 1988, 89 og 90 tilsamans 225 mió. krónur í upphøggingarstuðli, og síðani hava reiðarí keypt skip og loyvi frá hvørjum øðrum, og hava tikið tey gomlu skipini úr flotanum. Alt hetta hevur gørt, at vit hava fingið ein munandi minni flota. 

Tað verður ofta sagt, at eingi skip liggja, tí teimum manglar dagar, men tað hongur alt saman við, at talið av skipum er nógv minkað. So hóast skipini sum eru eftir fiska nógv, so er samlaða veiðitrýstið munandi minni.

Ynskið gongur út og so er aftur galið
So hendir tað, at ynskið hjá Búskaparráðnum frá juni 1998 gongur út: Fiskiskapurin verður kostnaðareffektivur, og onkur fer at tjena pengar. Og so er aftur galið. Tí nú eru nøkur farin at ”ríka seg upp av fólksins ogn”, verður sagt. 

Og so fara vit aftur við fullari ferð tann øvugta vegin. Uppboðssøla verður skipað, har øll kunnu bjóða, líkamikið um tú eigur skip ella ikki, og menningarkvotur verða eisini latnar, har tú helst ikki skalt eiga skip, fyri at fáa. Øll skulu sleppa framat, og so endar tað við, at vit aftur fáa ov nógv skip til ov smáar nøgdir av fiski, og einki ber seg. 

Smáu útróðrarbátarnir hava longu rent seg í loftið, og nógv bendir á, at onkur annar skipabólkur kemur í somu støðu seinni í ár. Eg skal ikki geva fiskivinnunýskipanini alla skuldina fyri júst hesi nevndu dømini, men tað er heilt greitt, at tað eru mong, sum skulu býta fongin ímillum sín, og nýggja skipanin letur upp fyri, at uppaftur fleir skulu fáa part av køkuni. 

Pláss er ikki fyri øllum
Tað eru uttan iva nógv góð argument fyri, at øll eiga sama rætt at fiska, men veruleikin er eisini, at fiskiríkidømið er ikki óavmarkað í stødd, og jú fleiri skulu hava burturav, verri verður at fáa vinning burturúr. Tá er munandi skilabetri, at tey sum fiska rinda eitt ávíst tilfeingisgjald, sum fylgir gongdini í vinnuni. 

Tvinnir eru kostirnir: Annaðhvørt hava vit eina vinnu, sum ikki kastar nakað av sær, ella mugu vit tola at síggja, at onkur tjenar pengar.

Hetta minnir um tað sum Churchill segði um kommunismu og kapitalismu: Annað gevur eitt órættvíst býti av ríkidømi og hitt gevur eitt rættvíst býti av armóð. 

Tað er betri at býta ríkidømið í fiskivinnuni við at lata tey sum fiska, rinda eitt gjald, heldur enn at hava eina vinnu, sum ikki fæst at bera seg, tí øll skulu fiska.

Helgi Abrahamsen