Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá maktin inplanterar fusk í fólkaræði

Herfyri kærdi  Zakarias Wang, at lógarbundin avtala var gjørd um, tí at hesin parturin av Hvítanesi, sum nú verður gjørdur av tunnilsfelagnum, er grovt lógarbrot.

Dan Klein, journalistur, greinar avgerðina hjá Kærunevndini í Lendismálum

Kærunevndin í Lendismálum, hevur avgjørt, at Zakarias Wang hevur ikki partsáhugamál at røkja í hesum prosjektinum, og tí fær hann ikki viðhald í kæruni um, at lógin er brotin.

Men hvør er so Zakarias Wang:

Hann er fyrrverandi kommunustýrislimur fyri uttanbýggja kommununa, Kaldbak, Hvítanes og Hoyvík, og seinni sentralur persónur í avgerðini, at innlima hendan partin í Havnar kommunu, har hann so eisini  var býráðspolitikari í eitt mannaminni og formaður í Hoyvík og Hvítanesnevndini, sum tryggjar útbyggingarmøguleikar í framtíðini, eisini Hvítanes bygd.

Hetta er felt niður í lóggávuna, men Kærunevndin í Lendismálum, tekur sær ikki tikni av hesum. Uttan nakra sum helst nøktandi grundgeving, kemur nevndin til, at Zakarias Wang, hevur ikki partsstatus, og tí kann hann ikki hava nakað við málið at gera.

Vit síggja, at Kærunevndin brúkar skattalógina, og onnur fyrisitingarlig dømir um mannagongdir, men  ikki um nakra lógarfesta forðing hjá Zakariasi Wang, at verja borg í Hvítanesi. Vit eiga í hesum sambandinum at minnast til, at Tunnilsnevndin hevur gjørt lukrativar avtalur við tey, sum eiga lendið, men hædd er ikki tikin fyri øllum teimum, hvørs hús verða virðisleys, tí eingin fer at droyma um at keypa sær bustað í einum øki, har mest trafikeraði vegur í landinum  gongur í gjøgnum, við tí bilosi, og larmi hetta førir við sær.

Vit vita ikki hvat býráðsmeirilutin í Havn, ella minnilutin, hevur fingið tíðina at ganga við, men tað er nógv sum bendir á, at hesi fólkavaldu hava ikki gjørt nógv fyri at verja borgararnar í Hvítanesi, og tí má kunna sigast, at Zakarias Wang, hevur heimildina at krevja avtaluna, hann sjálvur hevur verið við til at gera, verður vird, júst tí hon eisini er partur av lógarverkinum.

At sýta Zakarias Wang, partsstatus, tó at hann enntá eigur eitt ”partabræv” í avtaluni, er tað sama sum at avvísa persóni í einari fyritøku, at hava rættin til at melda óreglusemi á sínum egna arbeiðsplássi.

Skal ein persónur kunna melda, klaga, kæra ella bara at gera vart við ein innbrotstjóv, so krevja almennu Føroyar eftir fyrisitingarligum og heimagjørdum” Claus Cludder” mannagongdum, at tey, sum melda, skulu hava partsáhuga í innbrotinum fyri at tað kann staðfestast, at als ongin ivi er um at viðkomandi hevur partsstatus í innbrotinum, og tí kann melda, kæra ella hvat hann nú kann finna uppá at gera.

Tað er ongin ivi um, at Føroya Rættur langt síðani hevur staðfest og sagt gott fyri niðurstøðuni um, at Zakarias Wang er ikki at rokna sum partur av málinum, og hevur tí ikki rættin at kæra.

Kærunevndin í lendismálum vísir tó Zakarias Wang á møguleikan, at leggja lógarbrotið fyri Samferðslumálaráðið, sum varar av tunnilsætlanini, og harvið eisini frammanundan hevur avgjørt, at alt er fari rætt fram í tunnilsætlanini.

V.ø.o. verður Zakarias Wang, rikin í føvningin á einum myndugleika, sum frammanundan er etandi inhabilur.

Zakarias Wang, verður sostatt biðin um at renna frá Pontiusi til Pialtus, tí frammanundan er avgjørt, at  tá maktin hevur inplantera fusk í fólkaræði, fyri at ongin skal klára at koppa avgerðini, sum longu er tikin.