Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá rættarkenslan koyrir av sporinum

ODDAGREIN 24. JUNI 2009: Oyggjatíðindi hevur gjøgnum tey mongu seinastu árini, prógvað, at ongin orsøk er at trúgva ákæru- og dómsvaldinum.

Ákæruvaldið svikar so illa við prógvum, at tað mátti verið eyðsýnt fyri dómsvaldinum, sum tó bara velur at lata standa til.

Málið um fuppdómin í móti Finn Arna, er bara eitt av heilt nógvum dømum. Hóast ákæruvaldið ikki kundi prógva, at Finn var í Danmark, so varð hann kortini dømdur. Fyri nøkrum árum síðani - juni 2007, skrivaðu vit um eitt annað mál við sama advokatverja. Í hesum málinum framleiddi løggan falskt prógv við einum skelti, tó at ungi maðurin, ið skuldi missa koyrikortið, prógvaði við rokning, at skeltið var tikið burtur langt áðrenn óhappið.

Har var einki skelti. Løggan leyg og snýtti, men rætturin góðtók gallskapin. Og verjin tagdi og góðtók!?

Tá slíkt hendir, koyrir rættarkenslan av sporinum.