Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá ríkisfelagsskapinum ikki toldi ljósið frá sannleikanum

Tað verður meira og meira undrunarvert hvat KvF kann finna uppá at varta upp við av reinum tvætli. Av tilvild sá og hoyrdi eg nakað av tí, tey bæði, Sólvará og Brynhild, vartaðu upp við aftaná donsku sendingina um Ríkisfelagsskapin. 

Dan Klein, journalistur, ummælir:

Havi ikki upplivað meira hjálparleyst prát. At seta støðuna hjá Halvorsen upp í móti Núrnberg og Mengele, kann ikki takserast, sum annað enn skítt býtt, som heldur ongastaðnar søguliga passar inn í læknastríðið. 

Skammiligt, og serliga ringt er tað, tá hvørki vertur ella gestur - sokallaðir "serfrøðingar", evnaðu at reflektera týðandi veruleikan, at Danmark var í parti við týskinum (nazistunum), og bæði trýstu og eggjaðu dønum til at fara í týska herin, ella bjóðaði teimum arbeiðsleysu arbeiði í Týsklandi. 

Aftaná kríggið rættarsøktu, og avrættaðu danir eina rúgvu av landsmonnum sínum fyri at hava gjørt eftir teirra egnu boðum um at fara í týska hertænastu. 

Tað var ikki lukkuligt, sum hesi bæði gittu og gjørdu niðurstøður frá fólki, sum antin onki vistu, ella bara høvdu brúk fyri, at søgan varð til fyrimuns fyri danir, sum sendu krígsskip, herfólk, politistar, til Føroyar, og útstillaðu sín egna býttleika fyri at fáa Halvorsen, at betala eina rokning til danska læknafelagið, sum hann ikki var dømdur til at gjalda.

Óhoyrt trúvirði varð lagt í politi- og vitnisfrágreiðingar, dómar, og skjøl, sum álopsparturin í læknastríðnum hevði fabrikerað. Ein lygnin var, at flestu vóru til skips á fólkaatkvøðuni í 1946, og tí vann loysingin tepurt.

Og so varð í sendingini tosað um aðra fólkaatkvøðu aftaná, sum gav ein meiriluta til ríkisfelagsskapin, meðan onki bleiv tosað um, at tingið varð koyrt til hús, meðan krígsskip sigldu aftur og fram millum oyggjarnar við løddum kanónum.

Tað, sum átti at stoyta allarmest mundi vera niðurstøðan hjá Sølvará, at tað var langt frá 95 prosent undirtøka fyri Hálvorsen. Tí hann hevði talt atkvøður og samanborið við íbúgvaratalið, men ikki eitt orð um, at fleiri ikki tordu at geva til kennar, at tey stuðlaðu 95´arunum av ótta fyri hevnd frá dønum, og teimum 5´arum, sum kanska bara var ein ávís lítil, men maktfull klika.

Og hví varð bókin hjá Líggjas í Bø, sum má sigast at vera einasta óhefta kelda til læknastríðið, ikki brúkt?

Tað er ikki ringt at skilja, at sendingin skuldi brúkast til at gera danir til reinar einglar, sum als ongin kennist við.

Lat meg enda úr bókini hjá Líggjasi í Bø: Hann skrivar, at Sigga hjá Olafi hevði tænt hjá lækna-hjúnunum, Kofod á Bornholm. Læknahjúnuni búðu hjá Siggu undir læknastríðnum:

Eftir at hava prátað við ógvuliga nógv fólk í Klaksvík var ein av niðurstøðunum hjá Kofod, at sannlíkt var, at undirtøkan fyri adressuni var ikki 95% men 99%.

Um KvF ger føroya fólki, stovninum, og starvsfólkunum eina tænastu, so lata tey vera við at senda næsta sendingina. Men skuldu tey kortini valt at sent sendingina, so gera tey øllum, og mest sær sjálvum eina tænastu, ikki at opna munnin.

 Tey hava ikki evnini at reflektera yvir hvat hendi, og tá tey útstilla sín býttleika í ólukkumát í flest øllum øðrum sendingum, er ikki neyðugt at gera tað uppaftur verri við at tvætla í hasum býtta danska greytinum, tá tey ikki evna at finna sannleikan um okkara egnu søgu.